top of page
Føroysku úrslitini frá 9. floks kanningini 1999

Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu hevur síðan 1989 árliga kannað hugburð, atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum.Úrslitini av kanningini 1995 í 26 londum í Evropa varð skrivað saman til eina bók, og nú eru úrslitini frá 1999 kanningini frá 30 londum í Evropa eisini samanskrivað í bók, sum kom út í Føroyum tann 27. febr. í ár. Hesar bøkur kunnu verða hentar, tí ikki bert verður sagt frá støðuni í Føroyum, men eisini ber til at samanbera. Í bókini, sum er komin út í ár, er eisini ein partur, sum samanber 95 og 99 kanningina, soleiðis at ein kann fáa eina hilling á, hvussu gongdin hevur verið viðvíkjandi tubbakki, rúsdrekka og rúsevnum. Samanumtikið sigur hendan seinasta frágreiðingin, at talið á næmingum í Føroyum, sum høvdu drukkið rúsdrekka seinastu 12 mánaðarnar var eitt sindur lægri enn miðal í Evropa (75% í Føroyum og 83% í Evropa). Hinvegin var talið á teimum næmingum, sum høvdu verið fullir seinastu 12 mánaðarnir, eitt vet størri enn miðal í Evropa (56% mótvegis 52%). Talið á teimum, sum høvdu roynt at roykt í Føroyum, var hægri enn í øllum hinum londunum. 84% av næmingunum í Føroyum høvdu roynt at roykt, samanborið við 69% í miðal í hinum londunum. Seinastu 30 dagarnar var talið á teimum, sum høvdu roykt, áleið tað sama sum miðaltalið fyri Evropa. Bert fáir næmingar í Føroyum høvdu brúkt ólóglig evni. Talið á næmingum, sum høvdu brúkt marijuana ella hash, var minni enn helvtin av miðal í Evropa, 7% í Føroyum mótvegis 16% í miðal í Evropa. Hetta er eisini galdandi fyri onnur ólóglig evni enn cannabis (3% í Føroyum mótvegis 6%). Talið á teimum, sum høvdu roynt at sniffa í Føroyum var helvtina av miðal í Evropa, og hetta er eisini galdandi fyri stillandi og sissandi heilivág, sum ikki er útskrivað av lækna. Rúsdrekka og tablettir saman er eitt sindur hægri í Føroyum enn miðal í Evropa (11% mótvegis 8%). Hjálagt eisini eitt eintak av ársfrágreiðingini frá Rúsdrekkaráðnum við øðrum hagtølum úr 9. flokskanningunum.

Vinarliga Pál Weihe yvirlækni

bottom of page