top of page
Alzheimerfelagið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið hava almannakunngjørt úrslitini av landsumfatandi kanning av demensi á eldrabýlum. Meginúrslitini eru hesi:
 Stívliga 2/3 av einum tilvildarliga valdum bólki av búfólkum vístu tekin til demens
 Stívliga 2/3 av øllum, sum búgva á føroyskum eldrabýlum, hava tekin til viknaði andsevni
 Helvtin av øllum teimum, sum hava tekin til viknaði andsevni, høvdu ikki fingið tað staðfest, áðrenn hesa kanning.
 Vit meta, at ein stórur partur av teimum við tekin um demens kundu havt gagn av nærri greining
Mangan verður sagt, at stórur partur av teimum, sum búgva á eldrabýlum, hava viknaði andsevnir. Men er tað veruliga so? Tað vildi Alzheimersfelagið og Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum, fegin hava kannað. Hetta tí tað er av stórum týdningi at hava góð hagtøl til politiskar raðfestingar á eldraøkinum. Endamálið við kanningini var at kanna títtleikan av demensi á eldrabýlum í Føroyum. Kanningin fór fram í 2017. Búfólk á øllum eldrabýlum í Føroyum fingu innbjóðingarbræv, har kunnað varð um verkætlanina og spurt, um tey vildu luttaka. Farið var síðani á øll heim, har kanningarnar vórðu framdar hjá teimum, sum góvu samtykki at luttaka. Av 590 búfólkum luttóku 232 búfólk; tey, sum búðu á demensdeildum, tey, sum høvdu staðfestan demens og tey, sum ikki vóru før fyri at geva samtykki kundu ikki luttaka. Luttakararnir vórðu kannaðir við hjálp av Mini Mental State Examination (MMSE) og klokkukanning, sum eru amboð til at meta, um ein persónur kann hava demens. Eisini vórðu avvarðandi biðin um at svara spurnablaðnum Informant Questionnaire on Cognitive Decline in the Elderly (IQCODE) um, hvussu støðan hjá búfólkinum var nú, samanborið við fyri tíggju árum síðani. Eisini vórðu luttakararnir spurdir um hýrin við Geriatric Depression Scale (GDS-15), tí tunglyndi kann ávirka andsevnini. Út frá hesum kanningum kundu vit gera eina meting av andsevnunum hjá teimum 232 luttakarunum. Gevið gætur, at ein kann ikki seta eina diagnosu við hesum amboðum, men hesar kanningar kunnu geva ábending um møguligan demens. Úrslitið vísti, at uml. 70% av búfólkunum, sum luttóku í hesi kanning, møguliga hava demens mett við standardiseraðum amboðum. Ein yvirskipað meting av øllum búfólkunum gevur somu mynd, nevniliga at 72% av øllum teimum, sum búgva á eldrabýlum, møguliga hava demens. Helvtin av hesum høvdu ikki demensdiagnosu ella búðu á serstøkum demenseindum. Sostatt vísir kanningin eisini, at bert ein brotpartur av teimum, sum væntandi hava demens, eru útgreinað av serlækna. Vit meta, at hendan kanningin gevur týðandi vitan, sum politiska skipanin eigur at hava í huga, tá raðfestingar verða gjørdar á eldraøkinum. Grundað á hesa kanning verða hesi tilmæli givin:
 Øll starvsfólk á eldrabýlum eiga at fáa holla undirvísing innan demens og demensrøkt.
 Talið av plássum, sum er sett av til fólk við demensi, eigur at verða hækkað munandi og/ella starvsfólkanormeringin hækkað svarandi til lutfallið av fólki við demensi, sum búgva á eldrabýlum.
 Fleiri búfólk eiga at verða send til útgreining av demens
 
Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur staðið fyri kanningini, Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur, kannaði luttakararnar, og Sofus Joensen, psykiatari, var fakligur ráðgevi. Sjúkrakassagrunnurin hevur fíggjað kanningina. Sjálv kanningin kann lesast á: www.alzheimer.fo og www.health.fo Samband fæst við Mariu Skaalum Petersen á tlf. 216695 ella maria@health.fo
Kanningin kann lesast her
bottom of page