Image by Markus Spiske

Øll viðgerð av persónsupplýsingum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fer fram eftir Dátuverndarlógini (Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum).

 

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu leggur stóran dent á, at persónsupplýsingar verða viðgjørdar eftir lógini á ein tryggan hátt og eru væl vardar. Somuleiðis eru okkara starvsfólk kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

 

Hetta merkir millum annað, at persónsupplýsingar:

  • verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt,

  • verða savnaðar til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál, og

  • verða nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til (§7 í dátuverndarlógini).

 

Tá ið Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu viðger persónsupplýsingar, er Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu dátuábyrgdari. Hetta merkir, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur innsavnað.

 

Tíni rættindi
Dátuverndarlógin gevur tær nøkur rættindi í mun til persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Hesi rættindi fevna m.a. um:

  • Rætt til innlit

  • Rætt til kunning

  • Rætt til rætting

  • Rætt til striking

  • Rætt til mótmæli

  • Rætt til viðgerðaravmarking

  • Rætt til at seta seg ímóti automatiskari viðgerð

  • Rætt til dátaflutning

 

Áheitan um innlit og onnur rættindi
Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, kanst tú senda ein teldupost til dfaa@health.fo við tínum fyrispurningi.

 

Hevur tú spurningar um handfaring av persónsupplýsingum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk, Birgit Johannessen, birgit@health.fo ella dfaa@health.fo

 

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, dat.fo.