Snarslóðir
Almannaverkið
 
Anemone
 
AMAP
 
Arbeiðiseftirlitið
 CHEF
 
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya  Sigmundargøta 5, Postrúm 14, FO 110 - Tórshavn  Tlf. 316696  dfaa@health.fo
Dálkandi evni tíðliga í lívinum skerja virknaðin av koppseting
Vísindalig kanning av føroyskum børnum vísir niðursett andevni móti difteritis og stívkrampa Sambært einari føroyskari kanning, sum verður almannakunngjørd í dag 21. juni í vísindaliga tíðarritinum Environmental Health Perspectives, hava børn, sum tíðliga í lívinum eru fyri PCB (polychloreraðum biphenylum), skerda andevnisgerð, tá koppað verður móti difteritis og stívkrampa. Úrslitið bendir á, at er ein fyri PCB tey fyrsti liviárini, kann hetta minki evnini hjá kroppinum at verja seg móti smittu seinni í lívinum, tí tey fyrstu liviárini eru sera týdningarmikil fyri menningina av immunskipanini. PCBs eru dálkingarevni, sum bert spakuliga verða niðurbrotin í náttúruni og hava tey tí langtíðarárin á umhvørvið. Hóast PCB varð bannað í 1979, finnist tað enn víða í umhvørvinum, eisini í høvunum. Føroyingar hava fingið rættiliga nógv PCB í seg, tí vit eta spik og aðra dálkaða sjófiti. Tær vanligu barnakoppsetingarnar geva okkum eitt gott høvi at kanna, hvussu immunverjan svarar, tá hon verður stimulerað við koppingarevnum. Grundarlagið fyri niðurstøðuna í hesum tíðindarskrivi er ein kanning gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu millum 1999 og 2001, har 587 børn luttóku. Mammurnar lótu blóðroyndir í viðgongutíðini og móðurmjólk 4 til 5 dagar aftan á føðingina. Børn vórðu koppsett móti difteritis og stívkrampa 3, 5 og 12 mánaðargomul og so aftur sum 5 ára gomul. Blóðroyndir vórðu tiknar av 116 børnum sum 18 mánaðargomul og av øllum børnum áðrenn og aftan á koppseting í 5 ára aldri og tá tey vóru 7 ár. Royndirnar frá mammunum vórðu analyseraðar fyri innihald av PCB, meðan royndirnar frá børnunum vóru kannaðar fyri bæði PCB og andevni. Høgt PCB innihald, serliga hjá 18 mánaðargomlum børnum, varð tengt at lágum innihaldi av andevnum móti difteritis og stívkrampa í 5 og 7 ára aldri. Í nøkrum førum var innihaldið av andevnisnøgdunum hjá børnunum lægri enn tað sum krevst til at verja kroppin móti hesum báðum sjúkunum. Førleikin hjá immunskipanini at verja seg móti fremmandum organismum verður mentur í barnaárunum. Hesin førleikin verður skerdur av PCB, og tað er tí hugsandi, at hetta kann hava aðrar sjúkuavleiðingar við sær enn tær nevndu. Hesi úrslit kunnu eisini vera galdandi fyri onnur kemisk evni í umhvørvinum. Høvundar av vísindaligu frágreiðingini vóru: Carsten Heilmann, Esben BudtzJørgensen, Flemming Nielsen, Birger Heinzow, Pál Weihe, og Philippe Grandjean. Stuðul varð fingin frá: Miljøstyrelsen og Det Strategiske Forskningsråd í Danmark, the U.S. Environmental Protection Agency, and the National Institute for Environmental Health Sciences.
Greinin verður tøk ókeypis 21. juni á http://ehponline.org/article/info:doi/10.1289/ehp.1001975.
Eitt líknandi tíðindaskriv verður sent frá Environmetal Health Perspectives og frá Syddansk Universitet. Nærri frágreiðing kann fáast frá Pál Weihe á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu - pal@health.fo ella á tlf. 216696.