top of page
Dálkingarevni í móðurlívið og heilsuárin sum eldri

Leikmansfrágreiðing viðvíkjandi granskingarverkætlanini:

 

Dálkingarevni í móðurlívi og heilsuárin sum eldri

 

(Cardiovascular effects of methylmercury in the Faroe Islands)

 

(Clinical impact of life time exposure to neurotoxicants)

 

(Health Effects of Life-Time exposure to Food Contaminants)

 

 

 

Endamál

Endamáli við kanningini er at kanna, um útsetilsi í viðgongutíðini fyri dálkandi evni í matinum hevur við sær negativt árin á miðnervalagið og hjarta-æðralagið.

 

 

 

Undirstøði

Kanningar, eisini gjørdar í Føroyum, geva ábendingar um, at nervalagi hjá fólki er viðbrekið fyri dálkingarevnum, sum m.a. finnast í mati úr havinum. Tað er serliga, meðan heilin búnast í móðurlívi, at nervalagið er viðbrekið, og at tað kunnu standast varandi mein (1,2). Hetta hava frameftirlítandi (prospektivar)  kanningar við burðarkohortum víst, har kannað varð fyri blýggj, methylkyksilvur og polychlorinated biphenyls (PCB’um) (3). Autonoma nervalagið ávirkast eisini av PCB’um og methylkyksilvuri, og kann hetta føra við sær, at hesi dálkingarevni hava ávirkan á,  hvussu kroppurin klárar at kontrollera blóðtrýstið og  hjartarytmuna(3,4). Eisini týða kanningar uppá, at kviksilvur virkar æðrakálkandi. Hetta er millum annað víst í Finnlandi, har ultraljóð-kanningar av hálsæðrum vístu, at kálkingin var nær tengd at kvikvilvurmongdini í hári.

 

 

 

Vit hava í Føroyum víst á, at miðnervalagið hjá føroyskum børnum, sum hava verið fyri nógvum kyksilvur í móðurlívi, ikki starvar líka væl, sum hjá teimum, sum hava verið fyri lítlum kyksilvuri.  Vit hava kannað tey upp til 14 ára aldur, og enn sæst hetta árin. Hugsandi er tí, at skaðiliga árinið av dálkandi evnum fylgir fólki alt lívið. Hin vegin er tað so nógv á lívsleiðini, sum kann hava tey somu negativu árinini við sær, bæði á heilan, hjartað og æðrarnar. Tí kann tað vera ringt at ávísa, at hjarta-æðra sjúkur og neurologiskar sjúkur kunnu vera úrslit av útsetilsi fyri eiturevni, longu áðrenn fólk vórðu fødd. 

 

 

 

Føroyar eru í hesum sambandi ógvuliga áhugaverdar. Hetta er eitt friðarligt, eintáttað samfelag, har fólk liva rættiliga líka. Vit vita, frá áður gjørdum kanningum, at føroyingar hava høg blóðvirði av kyksilvuri og PCB’um, tí fólk etur grind og spik. Tað er ymiskt, hvussu nógvan “føroyskan mat”,  fólk eta. Summi hava etið og eta so nógv grind og spik, sum tey fáa hendur á, og onnur eta næstan einki. Tað er eisini ójavnt, hvussu tilgongdin til grind og spik hevur verið, serliga fyrr í tíðini, sum til dømis í 30’unum, tá ið eingin frystiboks var og so at siga eingin infrastrukturur.

 

 

 

Av tí at keldan til kyksilvur og PCB stórt sæð er grind og spik, ber til at kanna afturlítandi (retrospektivt), hvussu nógv fólk fødd í 1930’unum, hava verið útsett fyri hesum dálkingarevnum í móðurlívi, tí í Føroyum finnast neyvar grindauppteljingar, hvar tær eru hildnar til, hvussu stór grindin var, og hvussu hon varð skift. Vit hava áður nýtt hesar uppteljingar og rokna út, hvussu stór tilgongdin av grind var til hvørt húsarhald (5).

 

 

 

Tað er eisini av stórum áhuga, at deyðstíttleikin, orsakað av hjarta-æðra sjúkum ikki er lægri  í Føroyum í mun til hini Norðanlondini (6), sjálvt um føroyingar eta nógva sjóføði (7), sum átti at fyribyrgt deyðiligheitina av hjarta-æðrasjúkum. Í mun til tølini í øðrum londum eru tvær ferðir so nógvir føroyingar raktir av Parkinson sjúkuni (8,9), og henda sjúkan kann verða sett í samband við ávís neurotoksisk evni (10).

 

 

 

 

 

Granskingarætlanin er í høvuðsheitum skipað soleiðis:

 

 

Fólk, fødd í Føroyum mítt í tríátiárunum, verða flokkað í tveir bólkar. Ein bólkur, sum er føddur í økjum, har eingin grind varð hildin til hesi árini, tey vóru fødd, og ein bólkur, sum er føddur, har nógv grind varð hildin til hesi somu ár.

Kannað verður,  um munur er á títtleikanum av sjúkum í hjarta-æðralagnum og miðnervalagnum í hesum báðum bólkum.

Grundað á spurnablað og samrøðu verður roynt at finna út av, hvussu nógvan dálkaðan mat luttakararnir hava eti gjøgnum lívið. Eisini verður núverandi mongd av eiturevnum máld í blóði, hári og tánaglum.

Kannað verður, um munur er á títtleikanum av sjúkum í hjarta-æðralagnum og miðnervalagnum hjá teimum, sum gjøgnum lívið og nú hava verið fyri stórari ella lítlari nøgd av eiturevnum.

Kannað verður, hvørjar heilsuligar fyrimunir, sjóføði hevur við sær. Her verður serliga hugsað um marinar feittsýrur og selen.

 

Tilfar og kanningarhættir:

 

Av teimum, sum vóru fødd í Føroyum millum 1934-37, rokna vit við, at umleið 75% eru á lívi og búgva í Føroyum enn. Sum grindir vóru hildnar til tey árini, so varð umleið helvtin eksponerað fyri kyksilvur í móðurlívi, meðan hin helvtin so at siga ikki varð útsett fyri kyksilvuri í móðurlívi. Í undanfarnum kanningum hava umleið 80% av øllum játtað, sum er spurd um at luttaka, og vænta vit somu tøl til hesa kanningina, tað vil siga, at tað verða 250 fólk, sum vórðu eksponerað og 250, sum ikki vórðu eksponerað. Navn, føðingardag og bústað fáa vit frá Innlendismálaráðnum. Allir luttakarar fáa bræv sendandi, og síðan ringja vit tey upp nakrar dagar, eftir at brøvini eru send, soleiðis at vit fáa avgreitt møguligar spurningar og avtala tíð at koma til kanningar.

 

 

 

Ætlanin er at býta allan bólkin í tvey og kanna 250 av teimum elstu í 2007 og hini 250 í 2008, hvør bólkur tekur umleið tríggjar mánaðir at kanna, um vit kanna allan bólkin í senn.

 

 

 

Sjálv kanningin verður skipað á henda hátt:

 

 

 

Klinisk kanning:

 

Likamskanning, har dentur verður lagdur á neurologiskar- og hjarta-æðra funktiónir.

 

 

 

Biologisk kanning:

 

Blóðroynd, landroynd, hár- og naglaroynd.

Kannað verður fyri kolesterol, triglycerider, glukosa, insulin, thyroid hormonir og homocystein.

Kannað verður fyri long-chain feittsýru profilurin í serum fosfolipidum og total serum feittsýrur.

Kopar, mangan og kviksilvurmongdin í tánaglaroynd verður eisini kannað.

Blóðið verður kannað fyri tey dálkandi evnini í organoklorbólkinum, t.d. PCB

 

Spurnablað:

 

Spurt verður m.a. um:

 

Matarvanar

Eksponering fyri umhvørvisdálking gjøgnum lívið

Arbeiðssøgu

Royking, nýtslu av mati og drykkivørum við koffeini, rúsdrekka og rúsevni

Núverandi heilsustøðu og sjúkrasøgu

Nýtslu av neuroleptika, NSAID og øðrum sløgum av heilivági

Núverandi symptomir

Likamsvirkni

Almenn viðurskifti

Neuro psykologsikar kanningar:

 

Manuellur fínmotorikkur (Fine manual motor function)

Árvakni (Attentiont)

Ígongsetingarførleiki (Executive function)

Rúm- og rætningsfatan (Visuospatial skills)

Orðatilfeingi (Language)

Málsligt minni (Verbal memory)

 

 

Neuro fysiologiskar kanningar:

 

Kanning av skjálta (Tremometry)

Kanning av signalleiðing ígjøgnum heilan (Evoked potentials)

Kanning av horn og sjón (Sensory function)

Reglusemi av hjartaslagnum (Heart rate variability)

EKG og  máting av tjúkdini á hálsæðr við ultraljóði

Alt í alt taka allar kanningarnar tilsamans einar fýra tímar. Hetta verður lægt til rættis soleiðis, at fýra fólk koma samstundis og fara inn í hvør sítt høli í umleið ein tíma, síðan rotera vit hvønn tíma, til øll hava verið til allar kanningarnar.

 

 

 

 

 

 

 

Siðsemiligt atlit

 

Søkt verður til Innlendismálaráðið um at fáa nøvnini á luttakaranum, og fráboðan verður somuleiðis send Dátueftirlitinum at vit fara í gongd við kanningina.

 

 

 

Luttakararnir fáa úrslitini  av kanningunum at vita, men fáa annars einki persónligt burtur úr at luttaka. Kanningarnar eru vandaleysar. Verkætlanin er fíggjað av peningi frá ES (ein partur av millumlandaverkætlanini PHIME hjá ES – kommissiónini) og frá National Institute of Health í USA. Vit fáa útreiðslurnar til verkætlanina endurgoldnar frá hesum  fíggingarkeldum. Eingin einstaklingur fær nakran agóða av at luttaka í kanningararbeiðinum, út yvir tað løn, sum er avrádd við viðkomandi fakfelag.

 

 

 

Keldu listi

 

 

1. Grandjean P, Sandoe SH, Kimbrough RD. Nonspecificity of clinical signs and symptoms caused by environmental chemicals. Hum Exp Toxicol 1991; 10: 167-73.

 

2. Andersen HR, Nielsen JB, Grandjean P. Toxicologic evidence of developmental neurotoxicity of environmental chemicals. Toxicology 2000; 144: 121-7.

 

3. Grandjean P, White RF. Developmental effects of environmental neurotoxicants. In: Tamburlini G, von Ehrenstein O, Bertollini R, eds. Children’s health and environment. Environmental issue report No. 29. Copenhagen: European Environment Agency, 2002, pp. 66-78.

 

4. Grandjean P, Murata K, Budtz-Jørgensen E, Weihe P. Cardiac autonomic activity in methylmercury neurotoxicity: 14-year follow-up of a Faroese birth cohort. J Pediatr 2004; 144: 169-76.

 

5. Weihe P, Grandjean P, Jørgensen PJ. Application of hair-mercury analysis to determine the impact of a seafood advisory. Environ Res 2005; 97: 200-7.

 

6. Health Statistics in the Nordic Countries (NOMESCO).  http://www.nom-nos.dk/

 

7. Vestergaard T, Zachariassen. [Dietary survey 1981-82, in Faroese.] Frodskaparrit 1987; 33: 5-18.

 

8. Wermuth L, Joensen P, Bunger N, Jeune B. High prevalence of Parkinson's disease in the Faroe Islands. Neurology. 1997; 49: 426-32.

 

9. Wermuth L, von Weitzel-Mudersbach P, Jeune B. A two-fold difference in the age-adjusted prevalences of Parkinson's disease between the island of Als and the Faroe Islands. Eur J Neurol 2000; 7: 655-60.

 

10. Di Monte DA. The environment and Parkinson's disease: is the nigrostriatal system preferentially targeted by neurotoxins? Lancet Neurol 2003; 2: 531-8.

bottom of page