top of page
Depilin.png
Depilin fyri Heilsu og Almannagransking nýtt búmerki

Fróðskaparsetur Føroya (FF), Landssjúkrahúsið (LS) og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) undirskrivaðu í 2014 samstarvsavtalur. Avtalurnar hava millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

 

Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum. Sum partur av samstarvinum millum omanfyrinevndu stovnar varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016 m.a. grundað á avtalu við Sjúkrakassagrunnin um fíggjarligan stuðul uppá 7 mió. kr. til gransking og hægri útbúgving innan heilsuøkið. Í desember 2019 kom Ílegusavnið (ÍLS) uppí samstarvið.

 

Depilin er staðsettur bygnaðarliga á Fróðskaparsetrinum. Eitt umboð frá hvørjum stovni er í stýrinum: Jan Rasmussen frá LS, Pál Weihe frá DfAA, Magni Mohr frá FF og Guðrið Andorsdóttur frá ÍLS. Maria Skaalum Petersen er leiðari í Deplinum.

 

Verulig ferð er nú komin á heilsugransking í Føroyum. Fjølbroytni á evnum og granskingarhættum er fleirfaldað, sum eisini sæst á skránni fyri framløgudagin, og eisini eru føroysku heilsugranskararnir í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á teimum verkætlanum, sum verða gjøgnumførdar. Seinastu árini eru komnar 80-100 vísindaligar greinar árliga út í altjóða tíðarritum frá stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.

 

Fríggjadagin 12. mars kl. 14.00 skipar Depilin á øðrum sinni fyri einum í Sjóvinnuhúsinum, har føroysk heilsugransking verður løgd fram við 35 stuttum framløgum frá granskarum frá samstarvsstovnunum. Á hesi samkomu verður búmerkið, sum Edward Fuglø, hevur gjørt avdúkað, umframt at heimasíðan hjá deplinum er dagførd, sí búmerkið og les meira um depilin á heimasíðuni:  www.setur.fo/fo/gransking/granskingarsamstorv/depilin-fyri-heilsu-og-almannagransking/

 

Um áhugi er at vita meira ber til at ringja til Mariu Skaalum Petersen, depilsleiðara á tlf. 216695.

bottom of page