top of page
Føroyar við í stórari ES-granskingarætlan um hvussu metalir ávirka fólkaheilsuna
Mikudagin 1. mars byrjar ein granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna hvussu útsetilsi í longri tíð fyri metalir í smáum nøgdum ávirkar fólkaheilsuna. Verkætlanin er fíggjað av 6. rammuprogramminum hjá ES við umleið 100 milliónum krónum, og er ætlað at vara í 5 ár.

Íalt eru 31 granskarabólkar við í granskingarsamtakinum. Fyrst og fremst frá ES londum, men eisini frá umsøkjaralondum og menningarlondum. Tað er Staffan Skerfving, professari á Deildini fyri Arbeiðs- og umhvørvislæknafrøði á universitetinum í Lund, sum er leiðari av granskingarsamtakinum.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er eisini við í samtakinum við trimum granskingarætlanum: Eina um Parkinsons sjúku, eina um kviksilvur í barnakonum og eina um hjarta-æðrasjúkur hjá tilkomnum fólki.

Viðheft eitt felags tíðindarit á enskum, sum verður sent fjølmiðlunum í ymsu luttakandi londunum.
EU study of public health effects of exposure to toxic metals
bottom of page