Leikmannafrágreiðing um granskingnarverkætlanina:

Árin av kviksilvuri á miðnervalagið hjá 22 ára gomlum

(Mercury Associated Neurobehavioral Deficit in Children)

 

Kviksilvurkanningarnar í Føroyum byrjaðu í 1986/87. Hesi bæði árini játtaðu 1023 mammur at verða við í kanningunum. Beint áðrenn børnini fóru í skúla, vórðu heili 90% av teimum kannað gjølla. Í 1997 vórðu úrslitini almannakunngjørd á altjóða vísindaligari ráðstevnu í Føroyum, og á heysti 1998 vórðu úrslitini góðkend til almannakunngerðing í vísindaligum tíðarriti.

Kviksilvurnøgdin í nalvasnórsblóði var í miðal 24,2 mikrogram/litur. 25% høvdu meira enn 40 mikrogram/l í nalvasnórsblóði. Hetta eru virði, sum eru eini 10-20 ferðir hægri enn tey, vit síggja - eitt nú í Danmark. Kviksilvurnøgdin vísir seg at hava samband við, hvussu nógva grind fólk søgdu seg eta um mánaðin.

 

Heilsustøðan hjá børnunum var sum heild góð. Vit funnu einki barn, har illgruni var um, at kviksilvur hevði givið ávísiligt brek. Tann hagtalsliga viðgerðin sýndi tó nakrar samanhangir so-leiðis at skilja, at tá øll nærum 1000 børnini vórðu viðgjørd undir einum, bar til at síggja, at ávísir førleikar viknaðu við vaksandi kviksilvuri.

 

Barnalæknakanningarnar og tær neurofysiologisku kanningarnar vístu ikki greitt negativt árin av kviksilvuri. Hinvegin sást samband millum kviksilvur og fleiri psykologisk meginumráði, so sum mál, árvakni, minni, rørslu- og rúmsans. Hetta merkir ikki, at børnini í Føroyum eru minni gløgg enn í øðrum lond, men bert at kviksilvurið í móðurlívi tykist at virka negativt á andsevni teirra við 7 ára aldur. Ella sagt á annan hátt, um kviksilvur ikki var, høvdu tey klárað ymsu uppgávurnar enn betur.

 

Tað er tó ikki givið, at negativa árinið av kviksilvuri heldur sær, tá børnini vaksa til. Tað er væl hugsandi, at mennandi ávirkan, sum skúli og uppaling, klára at viga upp fyri tí darvandi, sum kviksilvurið hevur við sær. Fyri at fáa greiðu á, um árinið av kviksilvuri annaðhvørt versnaði, var verandi tað sama, ella kanska fór at hvørva, sum tey vuksu til, avgjørdu vit at kanna børnini aftur sum tannáringar. Tey, sum búðu í Føroyum tá, vórðu kannað á vári 2000 og 2001, og tey, sum búðu í Danmark, vórðu kannað um heystið 2000. Í alt komu 895 aftur til kanningarnar í 2000/01. Eftir hetta vórðu øll úrslitini samlað og viðgjørd. Fyribils eru fýra greinar um úrslitini av tannáringakanningunum javnlíkamettar, góðkendar og prentaðar í altjóða vísindaligum tíðarritum. Úrslitini vóru í høvuðsheitum hesi:

 

1) Teimum neuropsykologisku kanningunum stóðu Fróði Debes og Arne Ludvig fyri. Í stuttum kann sigast, at negativa sambandið ímillum kviksilvur og ávísar sinnisligar førleikar, sum vit funnu, tá ið børnini vóru 6½ ára gomul, aftur varð funnið við 13-14 ára aldri. Heldur ikki hesu ferð sást nakað sjónligt brek, stavandi frá kviksilvuri, hjá nøkrum einstaklingi, og sum heild var heilsustøðan góð.

 

2) Neurofysiologisku kanningunum stóð japanin Katsuyuki Murata fyri saman við Onnu Sofíu Veyhe. Tær vístu eitt samband millum mongdina av kviksilvuri í blóðinum við føðingina, og hvussu skjótt heilin evnar at uppfanga ljóð. Hetta sást, bæði tá ið børnini vóru 6½ ár og aftur, tá ið tey vóru 13-14 ár. Harumframt vísti ein annar partur av kanningini eisini eitt samband ímillum, hvussu leingi tað tekur heilanum at yvirføra ljóðsignal og tað kviksilvurið, børnini høvdu verið fyri, eftir at tey vórðu fødd. Hetta merkir, at nervaleiðingin í meginnervalagnum darvast av kviksilvuri, sum er fingið bæði í fosturlívi og í barnaárum. Eitt samband var eisini at finna millum kviksilvur, og hvussu regluliga hjartað sló. Kviksilvur ávirkar soleiðis eisini nervarnar til hjartað.

 

3) Nanette Mol Debes og Nicolina Sørensen stóðu fyri kanningum um møguligt árin av PCB’um á hormonskipanina og kynsbúningina hjá dreingjum. Her varð einki samband funnið.

 

Við tað at árin sostatt vóru at finna um 14 ára aldur, halda vit tað framhaldandi vera áhugavert at vita, hvussu heilsustøðan er hjá hesum, nú vaksnu, luttakarum í tí fyrstu kviksilvurkohortini, samanhildið við tað, tey hava verið fyri av dálkingarevnum. Til tess at kanna hetta nærri, ætla vit aftur at bjóða luttakarunum í kviksilvurkanningunum eina gjølla heilsukanning. Heilsukanningin leggur seg serliga eftir at meta um støðuna í miðnervalagnum.

 

Endmálið og innihaldið í kanningunum hesa ferð er:

at kanna sambandið ímillum hvussu miðnervalagið og hjarta-æðralagið starvar, og tað, sum hesi ungu fólkini hava verið fyri av kviksilvuri og øðrum dálkandi evnum í móðurlívi og seinni í lívinum.

at kanna um tálmandi kviksilvurárinini á miðnervalagið, sum vit áður hava ávíst í hesum kanningum, hava nakað at siga fyri, hvussu tey klára seg útbúgvingarliga.

at greina hvørji evni minka um og hvørji evni vaksa um kviksilvurárinið við at kanna goymdar blóðroyndir fyri PCB (í navlasnórsblóði) og fyri selen og fitisýrur í blóðroyndum, sum tiknar eru eftir føðing.

at kanna kendar ílegur, sum hava týdning fyri eitrandi egingleikarnar hjá metylkviksilvuri.

 

Arbeiðsháttur:

Henda kanning fer fram á sama hátt sum við 14 ára aldur. Hon fer at taka uml. 4 tímar, og verður sett soleiðis saman:

 

1) Spurt verður um heilsuviðurskifti og kostvanar síðan seinastu kanning.

 

2) Gjørd verður ein læknakanning, sum leggur serligan dent á nervalagið og hjarta-æðralagið. Tikið verður EKG, og hálsæðrar verða skannaðar við ultraljóði.

 

3) Ein sálarfrøðilig kanning við kanningum, sum áður hava verið brúktar til hesa kohortu:

  • Neurobehavioral Evaluation System 2 (NES2)
  • Finger Tapping
  • NES2 Continuous Performance Test WAIS Block Design
  • Boston Naming Test
  • California Verbal Learning Test
  • Raven Progressive Matrices

4) Ein neurofysiologisk kanning, fatandi um Evoked Potentials (kanning av elektrisku streymunum í heilanum, tá eygu og oyru verða stimulerað) og um hvussu javnur hjartaslátturin er.

 

5) Luttakararnir verða spurdir um úrslitini av teirra skúlagongd – t.e. próvsúrslit í teimum ymsu greinunum, sum tey hava lokið.

 

6) Biðið verður um blóð- og hárroynd og harumframt land til kanningar. Hesar royndir verða kannaðar fyri kviksilvur og lívrunnin dálkandi evni. Eisini verður kannað fyri møguliga verjandi evni, so sum selen og polyómettaðar fitisýrur. Genotypan fyri kendar ílegur, av týdningi fyri hvussu kviksilvur virkar í kroppinum, verður eisini kannað.

 

Kanningarnar fara fram á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Tórshavn. Vit hava eisini ætlanir um at gera kanningar í Danmark, um tað vísir seg meira høgligt hjá teimum, sum nú búgva uttanlands. Hesin parturin av kviksivlurkanningunum er fíggjaður av National Inistitutes of Health í USA. Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Sjúkrahúsverk Føroya, Syddansk Universitet og Harvard University. Ongin hevur nakran peningarligan vinning av hesum granskingararbeiði.