Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fingið játtað 986.000,- frá Miljøstyrelsen í Danmark
Elsa mynd.jpg

Miljøstyrelsen hevur játtað 986.000,- til verkætlanina: The Arctic Dilemma – Evaluating 40 years of risk communication on marine contaminants on the Faroe Islands

 

Tað er Elsa F. Helmsdal, sum er verkætlanarleiðari, og harafturat eru fleiri aðrir granskarar eisini knýttir at verkætlanini.  Elsa er cand.san í Heilsufremjan frá Roskilde Universitet.

 

Endamálið við verkætlanini er at eftirmeta kunningina, ið hevur verið tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevni í grind. Nógv hevur verið kunnað um vandan við dálkingarevnum í grind, serliga síðani 80’ini. Síðst í 70’unum kom fyrsta grindatilmælið frá heilsumyndugleikunum, tí kanningar vístu, at kyksilvurinnihaldið í grind var høgt. Síðani tá eru tilmælini herd fleiri ferðir. Í 2008 varð tilmælið enn einaferð hert, og hesaferð varð mælt frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta tilmælið er grundað á tær kanningar, ið eru gjørdar á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu av fleiri túsund føroyskum børnum tey síðstu áratíggjuni.

 

Fyrsti partur av verkætlanini fer at greina innihald í ymiskum miðlum tey síðstu 40 árini viðvíkjandi kunning um dálkingarevnum í grind. Annar partur av verkætlanini fer at kanna, hvussu kunningin er móttikin og eftirlíkað. Hetta verður gjørt við millum annað einum spurnarblaði millum ungar kvinnur. Síðsti partur verður at kanna kyksilvurinnihaldið í hesum somu kvinnum.

 

Við at eftirmeta kunningina hesi síðstu áratíggjuni fáa vit vónandi betri innlit í, hvat hevur eydnast væl soleiðis, at hendan vitanin kann brúkast til framtíðar átøk innan kunning um dálkingarevnir.  Tað eru fleiri samfeløg í Arktis, har ein partur av teirra mati úr havinum er illa dálkaður og tí kunnu tey møguliga eisini brúka royndirnar úr Føroyum í teirra fyribyrgjandi arbeiði.