Pills
Føroyskir tannáringar hava nokk av jodi í kroppinum

Nýggj granskingarverkætlan vísir, at føroyskir tannáringar høvdu hóskandi innihald av jodi í landroyndunum um aldarskiftið. Nógv bendir á, at føroyingar eta minni fisk og sjógæti enn áður, og tí verður mælt til at halda eitt vakið eyga við jodstøðuni.

Jod føðsluevnu er neyðugt fyri heilsuna hjá menniskjum, tí framleiðslan av hormonunum krevur at jodstøði er nøktandi. Tískil er jod alneyðugt, og serliga týdningarmikið bæði fyri at vaksa og menna heilan. Høvuðskeldan til jod er fiskur, sjógæti, og vanligt salt, sum er ríkað við jodi.

Vísindalig kanning vísti í 2021, at føroyingar hava eina inntøku av jodi, sum er á markinum til, at vit mangla jod. Median jod-úrskiljanin í landi (har jodnøgdin verður mátað) var 101 í hesi kanningini mikrogram/litur (µg/L), og serliga lógu kvinnurnar í so lágt. Viðmælt er ein medianur á 100-300 µg/L. Árin kunnu standast av bæði ov lágum og ov høgum innihaldi av jod í kroppinum – tá er talan um varandi innihald, sum er báðumegin markvirðini.

Varandi lág jod-konsentratión í mannakroppinum kann elva til menningarheilaskaðar hjá børnum og autoimmunar stoffskiftissjúkur hjá vaksnum, meðan varandi høg virði (excessive concentrations) kunnu elva til struma (ov stóran skjaldkertil) og knútar í skjaldkertlinum. Ábendingar eru um, at føroyskir matvanar eru broyttir frá, at vit hava etið lutfalsliga nógvan fisk og fiskaúrdráttir, til at vit eta væl minni fisk og úrdráttir í dag. Tískil valdi granskingarbólkurin at kanna jodstøðuna í føroyskum tannáringunum.

Kannaðu land frá børnum fødd í 1986/87
Verkætlanarbólkurin nýtti landkanningar frá børnum fødd í 1986/1987, sum vórðu kannaði í 2000/2001. Íalt vóru 129 landroyndir savnaðar frá 65 gentum og 64 dreingjum fyri at fáa eina presisión á 90%. Kanninagarhátturin eitur ceri/arsen. Eisini nýttu verkætlanabólkurin spurnarskema og BMI (Body Mass Index).

Median jod innihaldið í landkanningunum var 166 µg/L. Jodinnihaldið lá í viðmælta økinum í 102 landkanningum, svarandi til 79 prosent, omanfyri hjá 22 (17%), og ov lágt hjá 4 prosent. Eingin hevði ringan jodmangul (<20 µg/L). Samband var millum innihaldið av jod í landroyndunum og hvussu nógvan fisk ungdómarnir ótu. Fleiri fiskamáltiðir viðførdu høgri jod innihald í landinum.

Kanning vísti sostatt, at føroysku tannáringarnir høvdu passandi jod innihald í landroyndunum um aldarskifti. Føroyingar hava verið vanir við at eta nógvan fisk og sjógæti, men nýggjar kanningar geva ábendingar um, at føroyingar eta minni og minni fisk og sjógæti. Tískil verður tilmælt at kanna nærri, hvussu jodstøðan er í Føroyum.

Hvat kanst tú gera?
Et fiskadøgurða minst tvær ferð um vikuna fyri at tryggja nøktandi inntøku av jod. Tá tú nýtur salt, kanst tú nýta jod-ríkað salt. Slíkt salt, fæst til keyps í øllum matvørðuhandlum.

Verkætlanin løgd fram á altjóða ráðstevnu í Milano
Granskingarverkætlanin var løgd fram á altjóða ráðstevnu tann 23. maj 2022, tá fyrsti evropeiski Hormon Dagur var hátíðarhildin. Á ráðstevnuni sjálvari var mælt til, at allar heimsins tjóðir halda eyga við jod-støðu í landinum fyri at tryggja at fólkaheilsan er góð.

Verkætlanin varð stuðlað av Betri Stuðul, Granskingarráðnum á Landssjúkrahúsinum, Landssjúkrahúsinum og Aalborg sjúkrahúsi.

Fig.1. Býti av land-jodkanningunum hjá tannáringum í Føroyum. 129 kanningar, býtt í fylgjandi bólkar
Ringan jod-mangul (<20), moderatur (20-49), lættur mangul (50-99), nøktandi (100-199), heldur nógv jod (200-299) og yvirskot av jod, sum kann økja um vandan fyri stoffskiftissjúkur (300+).

Verkætlanarbólkur
Herborg Líggjasardóttir Johannesen1,8, Stig Andersen2,3,4, Stine Linding Andersen2,5, Kári Rubek Nielsen6,8, Pál Weihe7,8, Maria Skaalum Petersen7,8, Anna Sofía Veyhe7,8 

1Department of Endocrinology and Medicine, The National Hospital of the Faroe Islands, Torshavn, Faroe Islands
2Department of Clinical Medicine, Aalborg University, Aalborg, Denmark
3Arctic Health Research Centre, Aalborg University Hospital, Aalborg, Denmark
4Greenland Centre for Health Research, University of Greenland, Nuuk, Greenland
5Department of Clinical Biochemistry, Aalborg University Hospital
6Department of Gastroenterology and Medicine, The National Hospital of the Faroe Islands, Torshavn, Faroe Islands
7Department of Occupational Medicine and Public Health, The Faroese Hospital System, Torshavn, Faroe Islands
8Center of Health Science, Faculty of Health Science, University of the Faroe Islands, Torshavn, Faroe Islands

Kelda: Landsjúkrahúsið