Kviksilvurhár - eitt ókeypis tilboð til allar føroyingar
Kviksilvurhár
 
Nú ber til at kanna hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur ognað sær eitt kanningartól, ið kann kanna kviksilvurinnihaldið í kroppinum við eini hárroynd.
 
Tað einasta tú skalt gera, er at senda okkum ein hárlokk, p-tal og teldupostbúðastað í einum brævbjálva. 
Tær nýtist einki frímerki, tí vit gjalda postgjaldið sum móttakari.
 
Longur niðri á síðuni, sært tú hvussu farast skal fram.
Markvirði fyri kviksilvur
 U.S EPA (Environmental Protection Agency), sum er tann amerikanski umhvørvismynduleikin, hevur sett markvirðið á 1,0 µg/g fyri kviksilvur í hári. Skulu vit halda okkum undir markvirðinum, eiga vit ikki at inntaka meira enn 0,1 µg av kviksilvuri um dagin fyri hvørt kilo í kropsvekt. Markvirðið á 1,0 µg/g er millum annað grundað á granskingarúrslit, ið vit hava frá kviksilvurkanningunum í Føroyum.
 
Máta vit hægri enn 1 µg/g í hárinum, bjóða vit tær at senda okkum ein nýggjan hárlokk, tá í minsta lagi 3 mánaðir eru farnir.
Soleiðis gert tú
Framferðarháttur
Tær tørvar:
Saks
+
Tráð
+
Brævbjálva
1. Tak ein lítlan hárlokk, umleið mitt á skallanum
2. Tað er týðningarmikið, at tú klippur so tætt inn at hárbotninum, sum gjørligt
3. Lokkurin nýtist bert at vera líka tunnur sum ein svávulspinnur
4. Bind snórin við tann endan, ið er kliptur tættast við hárbotnin
Hárlokkurin verður lagdur í brævbjálvan. Tú verður biðin um at skriva føðingardag/p-tal og telduposbúðstað á eitt pappír, ið tú eisini leggur við í brævbjálvan.
Síðani sendur tú brævbjálvan til:
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya
Sigmundargøta 5 
FO 110 Tórshavn
Viðmerk: Hár                               

Minst til, tær tørvar einki frímerki, tí vit gjalda postgjaldið sum móttakari

Eru tit fleiri í sama húski?

Um tit eru fleiri fólk í húskinum, ber eisini til at senda fleiri hárroyndir í sama brævbjálva. Tá skal havast í huga, at hvør hárlokkur verður lagdur í ein posa/lumma ella líknandi fyri seg, og at p-talið hjá viðkomandi eisini verður skrivað á. Tað týðningarmesta er, at hárroyndirnar ikki blandast.  

Snarslóðir
Almannaverkið
 
Anemone
 
AMAP
 
Arbeiðiseftirlitið
 CHEF
 
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya  Sigmundargøta 5, Postrúm 14, FO 110 - Tórshavn  Tlf. 316696  dfaa@health.fo