Blood Test
Myrkatalskanningin er nú byrjað

Kanningin av myrkatalinum byrjaði leygardagin og heldur fram í eina viku, tvs. til leygardagin 28. november. Vit vera runt alt landið og taka blóðroyndirnar, so hetta kann gerast í nærumhvørvinum hjá luttakarunum ella heima hjá teimum. Luttøkan umfatar eina blóðroynd og at svara heilt fáum spurningum.

 

Yvir 900 persónar hava játtað luttøku higartil. Tað eru vit sera fegin um, men vit vilja fegin hava so nógv við sum gjørligt, so er tað onkur, sum hevur fingið innbjóðing at luttaka og ikki hava sagt frá, kunnu tey enn náa tað við at ringja á tlf. 211599 ella skriva teldupost á dfaa@health.fo. Vit vera á Norðskála týskvøldið, Runavík og Sandi mikukvøldið, Klaksvík og Miðvági hósdag og Runavík leygardagin. Blóðroyndir verða tiknar í Havn allar dagar í vikuni.