top of page
Sperm.png
 Sáðgóðskukanning í Føroyum
Føroysk mannfólk hava millum heimsins vánaligastu sáðgóðsku, staðfestir nýggj gransking.

Fjórði hvør føroyskur maður hevur vánaliga sáðgóðsku. Tað merkir, at tað eru færri enn 20 millónur sáðkyknur í hvørjum millilituri. Tað er undir vanligu virðini, sum heimsheilsustovnurin WHO setir.

Hetta vísir nýggj gransking, sum Jónrit Halling og Maria Skaalum Petersen hava gjørt á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu. Tær hava kannað sáðgóðskuna hjá 481 ungum føroyskum monnum í aldrinum 21 til 24 ár.
 
Grafikkur: Soleiðis er sáðgóðskan hjá monnum í Evropa
bottom of page