107104123_863903970767526_68927936753066
Amerikanska sendikvinnan í Danmark á vitjan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, og fylgi hennara vitjaðu Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í morgun. Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen greiddu frá virkseminum á deildini og serliga frá góða samstarvinum við amerikanskar starsvfelagar á nógvum amerikonskum universitetum og serliga Harvard School of Public Health, har Pál hevur verið gestagranskari í nógv ár.

 

Vit nýttu høvið at takka sendikvinnuni fyri, at deildin síðan 2003 hevur fingið stórar peningajáttanir frá almennum grunnum í USA. Serliga frá National Instutute of Health, men eisini frá Environmental Protection Agency og National Science Foundation, sum tilsamans hava stuðlað granskingini á deildini við meira enn hálvthundrað milliónum krónum. Nú í vár hevur National Institute of Health aftur játtað útvið 5 milliónir krónur til at kanna immunskipanina hjá nýføddum børnum í Føroyum. Verkætlanin er mett at vara fýra ár.

 

Sendikvinnan sá møguleikar í, at vit í Føroyum kunnu skapa virksemi á øðrum økjum enn okkara fiskivinnu, til dømis tøkniligt íverksetaravirksemi.

Snarslóðir
Almannaverkið
 
Anemone
 
AMAP
 
Arbeiðiseftirlitið
 CHEF
 
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya  Sigmundargøta 5, Postrúm 14, FO 110 - Tórshavn  Tlf. 316696  dfaa@health.fo