HFSS.png
Analysurnar av andevnum móti COVID-19 í samband við kanning av korona skuggatølum farnar í gongd

Fríggjadagin kom analysutilfarið, sum vit skulu brúka til at kanna blóðroyndir fyri andevni móti koronavirus umsíðir úr Kina. Fimtanhundrað tilvildarliga vald fólk úr øllum Føroyum vórðu boðin at luttaka. Skotbráið at lata eina blóðroynd var bara nakrar dagar , men vit fingu omanfyritúsund luttakarar. Blóðroyndirnar hava verið goymdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, men í dag fór Maria Skaalum Petersen, granskari, sum stendur fyri kanningini, niðan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við teimum 1075 blóðroyndunum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú  gjørt analysuna klára og kann tí í dag byrja kanningarnar av COVID-19 andevnum. Vit vænta, at úrslitini av hesi kanning verða tøk mitt í næstu viku.

Snarslóðir
Almannaverkið
 
Anemone
 
AMAP
 
Arbeiðiseftirlitið
 CHEF
 
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya  Sigmundargøta 5, Postrúm 14, FO 110 - Tórshavn  Tlf. 316696  dfaa@health.fo