top of page
Trolaramenn og strongd
 Grein um kanning av strongd hjá føroyskum trolaramonnum í Barentshavinum, almannakunngjørd í vísindaligum tíðarriti, vísir, at arbeiðið er ikki strongdarelvandi, men heldur hinvegin. Í 2004 tók Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu stig til eina kanning av fimm trolaramanningum, sum fóru í Barentshavið beint eftir ársskiftið. Endamálið var at finna út av, um hesir 2-3 mánaðirnir uppi í myrkrinum við vanligum trolaraarbeiði var strongdarelvandi ella ei. Háttalagið var at samla inn land og spýtt frá monnunum, áðrenn teir fóru til skips, tríggjar ferðir á sjálvum túrinum umframt nýggja roynd beint eftir heimkomu. Eisini svaraðu teir spurnabløðum, máldu blóðtrýst v.m. Land- og spýttroyndirnar vórðu kannaðar fyri hjánýrabarkhormon (kortisol) á Arbeiðsmiljøinstituttinum í Keypmannahavn. Úrslitini eru nú gjørd upp saman við roynda arbeiðsmedisinaranum, við serkunnleika í strongd, Bo Netterstrøm. Niðurstøðan er óvæntað tann, at hesin vártúrurin í Barentshavinum, ikki var strongdarelvandi, men heldur hinvegin, tí strongdarhormonið minkaði, sum túrurin leið og vaks aftur, tá teir komu heim. Tað áhugaverda er, hví so er? Vanliga siga vit, at skiftiholdsarbeiði og náttararbeiði eru strongdarelvandi, men tað kann vera, at føstu vaktirnar umborð, kendar arbeiðsuppgávur og regluligur kostur viðvirka til at fyribyrgja strongd. Í hesum tíðum, har nógvur áhugi er altjóða fyri orsøkum til strongd, serliga hjá teimum við náttararbeiði, eru hesi úrslit áhugaverd, og kunnu møguliga verða grundarlag undir framhaldandi gransking. Við í arbeiðinum var frá byrjan sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika innan arbeiðsumhvørvi Anna Maria Simonsen, enskur lækni David Isaacson, sum arbeiddi sjálvboðin á deildini við tilfarinum, og fyri teimum kemisku analysunum stóð Åse Marie Hansen, tá granskari á Arbeiðsmiljøinstituttinum í Keypmannahavn, umframt undirritaði og Bo Netterstrøm fyrrverandi yvirlækni í arbeiðsmedisin í Keypmannahavn. Granskingin varð stuðlað av Fiskivinnugransking og Amerada Hess Føroyar.
 
Vinarliga Pál Weihe yvirlækni
bottom of page