Snarslóðir
Almannaverkið
 
Anemone
 
AMAP
 
Arbeiðiseftirlitið
 CHEF
 
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya  Sigmundargøta 5, Postrúm 14, FO 110 - Tórshavn  Tlf. 316696  dfaa@health.fo
Granskingarverkætlan innan Parkinsonsjúku í Føroyum
Gransking innan Parkinsonsjúku hevur verið í Føroyum í fleiri ár. Nú eru vit farin undir at bjóða nýggjum sjúklingum at luttaka. Harumframt fara vit at spyrja tey, sum áður hava luttikið, um vit kunnu kanna tey. Endamálið við verkætlanini er at finna genetiskar orsøkir og/ella umhvørvisorsøkir, sum saman ella hvør sær kunnu ávirka vandan fyri Parkinson í Føroyum. Í dag er eingin viðgerð tøk at grøða sjúkuna, og tí er umráðandi at fáa meira at vita um sjúkuna, at skapa eina betri fatan av sjúkuni og menna viðgerð, sum kann seinka, steðga ella enntá fyribyrgja at sjúkan mennir seg.

Vit bjóða persónum, sum hava fingið staðfest Parkinsonsjúku ella har illgruni er um Parkinsonsjúku, at luttaka. Harumframt ynskja vit, serliga í teimum førum har fleiri tilburðir av Parkinson eru í familjuni, at bjóða familjulimum at luttaka. Her hugsa vit serliga um systkin, børn, foreldur og makar, men eisini í summum førum familju longri burtur, t.d. systkinabørn. Sí leinkju til luttakarakanning niðast á hesi síðu.

Næstu mánaðarnar fara vit at senda brøv út, men um tit ynskja at luttaka í hesi granskingarverkætlan, ber eisini til sjálvur at seta seg í samband við samskiparan, Súsannu, á tlf. 211569 ella á susanna@health.fo, har vit kunnu avtala nærri, hvussu farast skal fram.

Um tit ynskja meira kunning um kanningina, ber til at seta seg í samband við granskingarleiðaran Mariu Skaalum Petersen á tlf. 216695 ella á maria@health.fo.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Center for Applied Neurogenetics í Kanada og Ílegusavnið