top of page
Føroysku úrslitini frá 9. floks kanningini 2015

Í dag 20. September verður úrslitið av European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD) 2015 almannakunngjørt samstundis í øllum teimum 35 londunum, sum luttóku.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingunum í 9. flokki. Henda kanning er gjørd sum ein partur av European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), har millum 30 og 35 lond í Evropa luttóku árini 1995, 1999, 2003, 2007 og 2011. Seinasta kanningin fór fram á vári 2015, hesaferð saman við 35 øðrum londum. Tilfarið er nú skrivað saman í bók, sum verður almannakunngjørd 20. september í øllum Evropa.

Kanningin er gjørd í samstarvi millum Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Ólavur Jøkladal frá Fólkaheilsuráðnum var samskipari og var sjálvur úti hjá hvørjum skúla við spurnabløðunum.

Allir næmingar í 9. flokki, sum vóru í skúla kanningardagin, fingu høvi at svara spurningunum. Kanningin var skipað soleiðis, at hon minti um próvtøku, tí næmingarnir sluppu ikki at tosa saman ella at samanbera svar. Ei heldur skuldu næmingarnir seta navn sítt á spurnablaðið, sum bleiv lagt í ein læstan kassa til hagfrøðiliga viðgerð á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Hetta tilfar er síðani sent okkara samstarvspørtum í ESPAD til hagfrøðiliga viðgerð og samanskriving í bók, har tað ber til at samanbera londini.

Kanning bleiv gjørd í døgunum 2. til 25. mars (tó ein skúli 17. apríl). Íalt luttóku 35 flokkar í 21 skúlum. Heili 511 ella 88,3% av øllum næmingum, føddir í 1999, svaraðu spurningunum. Her skulu vit siga frá nøkrum av meginúrslitunum.

Vinarliga Pál Weihe Yvirlækni, professari

 

Tíðindaskrivið kann lesast her

 Føroysku úrslitini frá 9. floks kanningini 2015

ESPAD frágreiðingin 2015 kann lesast her

ESPAD frágreiðingin 2015 kann takast niður her

bottom of page