top of page
deildin.jpg
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 25 ár og Landslæknahúsini 100
 Nú í mai verður Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 25 ár. Tað var landsstýrismaðurin í heilsumálum 1988, Vilhelm Johannesen, sum tók stig til henda nýggja stovnin í Sjúkrahúsverki Føroya. Tað serliga við deildini var, at yvirlæknin sambært starvslýsingini hevði granskingarskyldu. Upprunaliga var játtanin til ein serlækna í arbeiðslæknafrøði, ein skrivara og eitt hálvt reingerðarfólk. Og tað er stórt sæð játtanin enn í dag, sjálvt um starvsfólkini nú eru vaksin í tali, í løtuni 10. Tey eru lønt av tíðaravmarkaðum granskingarjáttanum, serliga útlendskum, men eisini heimligum. Virksemið hevur verið fjølbroytt: Vanlig sjúklingaútgreining, meting av arbeiðsførleika, meting av arbeiðsplássum og so vágameting fyri einstaklingar og bólkar. Eisini er deildin ráðgevi hjá Arbeiðseftirlitinum og Skipaeftirlitinum í arbeiðsmedicinskum spurningum. Granskingarvirksemið hevur verið víðfevnt, men høvuðsdenturin hevur verið lagdur á, hvussu dálkaringarevni úr havinum kunnu ávirka heilsuna hjá føroyingum, serliga børnum og ungum. Rokna vit allar kanningar við, íroknað spurnakanningarnar, man ein stórur partur av Føroya fólki onkuntíð hava havt við deildina at gera. Hetta granskingarvirksemið er komið í lag og framt í góðum samstarvi við nógvar ymiskar útlendskar stovnar. Fyrst og fremst umhvørvismedicinsku deildina á Syddansk Universitet, men eisini við Keypmannahavnar Universitet, Arbejdsmiljøinstituttet og Forskningsenheden for Maritim Medicin í Danmark, Århus Universitet, Universitetini í Tokyo og Akita, Boston Universitetið og Harvard School of Public Health, umframt Center for Disease Control í Atlanta. Beint nú arbeiða vit við granskingarverkætlanum innan immunverjuna hjá børnum, sáðgóðsku, perfloureraði dálkingarevni í føroyingum, Parkinsons sjúku og sukursjúku. Umframt hetta fer fram granskingarfyrireikandi virksemi – her verður hugsað um FarGen verkætlanina og so eitt framhald av verkætlan um strongd/møði hjá sjófólki. Deildin hevur alla tíðina húsast í prýðiligu og hugnaligu Landslæknahúsunum í Sigmundargøtu í Havn. Húsini fylla runt í ár, og um tey sigur Høgni Debes Joensen, landslækni, soleiðis: ”Landslæknahúsini vórðu bygd í 1913 og verða sostatt 100 í ár (javngomul við fyrsta landslæknan Hanus Debes Joensen, føddur 27. november 1913). Tað var H. C. W. Tórgarð, ið teknaði húsini, og Magnus á Kamarinum stóð fyri byggingini. Heitið ber húsið, av tí at embætislæknar fyri Føroyar hava búð og starvast í húsinum. Frá 1913 til 1919 var heitið fysicus, síðani broyttist starvsheitið til amtslækni, til tað í 1949 broyttist til landslækni. Her hava sostatt fleiri embætislæknar búð saman við húski og samstundis havt skrivstovu og viðtalu. Jógvan Zachariassen búði her í tríatiárunum, og undir 2. heimsbardaga húsaðust bretskir heryvirmenn í teimum. Frá 1949 til 1979 vóru húsini bústaður og skrivstova hjá pápa mínum Hanus Debes Joensen, fyrsti embætislæknin, ið bar heitið landslækni. Eg búði tí í hesum húsum frá tí at eg var fimm ára gamal smádrongur og til eg fór niður á Sorø í 1960. Húsini vóru ikki tespilig at flyta inn í, eftir at ensku heryvirmenninir høvdu hildið til har øll krígsárini. Til dømis var einki gólv í køkinum, og matgerðin fór tí fram í viðtaluhølinum hjá pápa fyrstu tíðina. Á loftinum búði tá eisini ein fulltrúi hjá Ríkisumboðnum, ið æt Harpberg. Nógv kundi verið at greitt frá um hesi hús og tað ið fór fram í teimum í fimmtiárunum, tá ið vit - foreldur, systkin og abbin av Tvøroyri - búðu har, men tað verður ov drúgt at umrøða her. Kundi kanska víst á bókina hjá systur míni Marionnu ”Úti á leysum oyggjum”, sum í stóran mun lýsir lívið í Rættará, sum vit oftast taka til um húsini. Seinast búðu vit í húsunum frá 1979, tá ið eg gjørdist landslækni. Í 1986 varð avgerð tikin um at flyta úr húsunum, ið ikki vórðu mett at vera egnaði sum familjubústaður longur. Men Landslæknin hevur framvegis somu adressu við skrivstovuhøli og fjararkivi har. Danski staturin átti húsini til 1988, tá ið Landsstýrið keypti tey”. Fríggjadagin 3. mai hava vit opið hús, og øll eru vælkomin inn á gólvið – her er ikki nógv pláss, men har sum hjartarúm er… Vit hava seinnapartin sett saman eina lítla skrá, sum er hendan: Kl. 14.00 til 15.00: Pál Weihe, yvirlækni bjóðar vælkomin og hugleiðir um virksemið Kl. 15.00 til 17.00: Drekkamunnur og so verður høvi at skifta orð við ymisku granskararnar og starvsfólkini um teirra virksemi:
• Jónrit Halling, PhD, um sáðgóðskukanningarnar og PFC granskingarætlanina
• Ulrike Steuerwald, barnalækni, um barnakanningarnar og serligar føroyskar sjúkur
• Maria Skaalum Petersen, PhD, um møguligar grundir til Parkinssons sjúku • Jens Andreassen, lækni, um kanningarnar av typu 2 diabetes
• Nanna Kallsberg, sjúkrarøktarfrøðingur, um stýring av barnakohortum
• Sólrun Wardum, bioanalytikari, um blóðroyndir og varðveitslu av teimum
• Elsa Olsen, leiðsluskrivari, um fíggjarstýring og samskifti við altjóða fíggingargrunnar
• Marita Hansen, cand. mag. og stjóraskrivari, um projektstýring av diabetesverkætlanini
• Ronny Jacobsen, skrivstovufólk, um goymslu av talgildum úrslitum og talgilt greinasavn
• Dora McGavin, reingerðar- og køksfólk, um at gera tað hugnaligt og liviligt fyri starvs og viðskiftafólk
bottom of page