top of page
Diabetes 2 mynd.jpg

Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabetes 2 í Føroyum

 

Nýggj kanning fer í gongd - nú ber til at kanna seg fyri Diabetes 2

 

Í hesum døgum fáa øll í Føroyum, sum eru 40 ár og eldri, eina innbjóðing í MínBoks um at luttaka í eini kanning, har endamálið er at finna øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum.

 

Kanningin er skjót og einføld. Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið, tvs. HbA1c, mátað. HbA1c sigur okkum, hvussu høgt blóðsukrið hevur verið í miðal teir síðstu 3 mánaðirnar. Umframt hetta verða einfaldar kliniskar kanningar framdar, so sum hædd, vekt, miðju- og mjadnamát. Kanningin tekur umleið 5 minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum. Úrslitið kann antin vera: normalt, ávegis diabetes (prædiabetes), ella geva ábending um diabetes 2. Endalig staðfesting av diabetes 2 krevur tvær HbA1c-mátingar og fer fram í samstarv við kommunulæknan.

 

Vit hava flytbaran kanningarútbúnað og fara at fyriskipað kanningarmiðstøðir runt allar Føroyar, eitt nú á læknamiðstøðum, arbeiðsplássum, ítróttarátøkum og øðrum tiltøkum, har nógv fólk savnast. Eisini verður møguleiki at bíleggja sær tíð at koma til kanningar í Sigmundargøtu 5 í Tórshavn. Til ber at fylgja við á okkara Facebook síðu - Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum - og í almennum lýsingum, nær og hvar møguleiki verður at koma til kanningar.

 

Teir fyrstu 400 luttakararnir, sum hava eitt langtíðarblóðsukur, sum gevur ábending um diabetes 2, fáa bjóðað at hava ein glukosumátara á í 14 dagar. Mátarin gevur luttakaranum høvi til at fylgja við blóðsukrinum og fáa innlit í, hvussu blóðsukrið broytist gjøgnum dagin, og hvussu m.a. matur og rørsla ávirka blóðsukrið.

 

Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum standa fyri verkætlanini í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið. Luttakandi granskarar eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlækni á Steno Miðstøðini, Maria Skaalum Petersen, professari, og Pál Weihe, professari á Heilsugranskingareindini, Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya, og Jan Rasmussen og Jóhanna Petersen, yvirlæknar á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Bára Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi, stendur fyri dagliga arbeiðinum saman við granskingarhjálparum.

 

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum, Steno gransking, Diabetesfelagnum og familjuni Sólrun og Poul Michelsen. Abbott stuðlar við kanningarútbúnaði, men hava onga ávirkan á kanningina.

 

Meira kunning fæst við at seta seg í samband við Báru Randrup Joensen, lækna og PhD lesandi, á tlf. 211569 ella teldupost barrj@ls.fo.

bottom of page