Hvat er kviksilvur?
Kviksilvur er eitt grundevni og eitt metal, sum er í atmosferuni, vatni, havinum og í jørðini. Kviksilvur finst í trimum formum, sum hava ymiskar eginleikar og eitran. Teir tríggir formarnir eru grundevnið kviksilvur, lívrunnið kviksilvur og ólívrunnið kviksilvur.
Grundevnið kviksilvur er flótandi í stovuhita. Tað verður ofta nýtt í thermometrum, silvurfyllum hjá tannlækna, eisini nevnt amalgam fylla og í kolanámum. Grundevnið kviksilvur verður frígivið út í atmosferuna, tá ið kol og onnur brennievni verða brend.
Ólívrunnið kviksilvur verður skapt, tá ið kviksilvur bindur seg við onnur evni, so sum sulfur ella ilt. Ólívrunnið kviksilvur kann vera natúrliga til staðar í umhvørvinum. Ólívrunnið kviksilvur verður nýtt í ymiskari ídnaðarframleiðslu og til at gera onnur evni við.
Lívrunnið kviksilvur verður skapt, tá ið kviksilvur bindur seg við ilt. Mikro organismur í vatni og jørð kunnu kunnu umgera grundevnis kviksilvur ella ólívrunnið kviksilvur til lívrunnið kviksilvur, ið kallast methylkviksilvur. Methylkviksilvur hópast síðani upp í føðiketuni. Tað er serliga methylkviksilvur ið er vandamikið. Jú hægri uppi í føðiketuni eitt djór í havinum er, jú stórri mongdir av methylkviksilvuri hópast upp. Tí er tað serliga rándjór, so sum grindahvalur, tun, og onnur størri fiskasløg ið innihalda nógv methylkviksilvur. Av tí at vit menniskju eru ovast í føðiketuni, og eta hesu fiskasløg ið innihalda stórar mongdir av kviksilvuri, so hópast kviksilvuri upp í mannakroppinum.