


Innbjóðing til øll í Føroyum, sum eru 40 ár og eldri
Hetta er ein innbjóðing til tín um at luttaka í eini kanning, sum hevur til endamáls at finna øll tey, sum hava diabetes 2 í Føroyum. Kanningina kalla vit: Finn øll, sum hava Diabetes 2 í Føroyum.
Óviðgjørd diabetes 2 er ein hóttan móti fólkaheilsuni, tí hendan sjúkan kann viðføra seinárin á æðralagið, nervalagið, eyguni og nýruni. Tey, sum hava sjúkuna, liva tí styttri enn onnur, og harumframt eru seinastu liviárini ofta tyngd av heilsutrupulleikum. Diabetes 2 er í vøkstri um allan heimin. Grundað á kanningar gjørdar í Føroyum fyri 10 árum síðan, halda vit, at umleið 1.000 føroyingar hava diabetes 2 uttan at vita tað.
Diabetes 2 kemur við árunum. Tað merkir, at tað er sjáldsamt, at fólk undir 40 ár fáa hesa sjúku, men seinni í lívinum hava stívliga 1 út av 4 sjúkuna. Frá einum heilsusjónarmiði er tað sera óheppið, at so nógv fólk hava diabetes 2 uttan at vita tað, tí at diabetes 2 økir um vandan fyri fylgisjúkum og í dag ber til at viðgera sjúkuna, bæði við broyttum lívsvanum og við virknum heilivági.
Endamálið við hesi verkætlan er at finna øll í Føroyum, 40 ár og eldri, sum hava diabetes 2
Hetta gera vit við at taka ein blóðdropa úr einum fingri og kanna hann fyri eitt evni, ið vit nevna HbA1c. Hetta evnið sigur, hvussu nógv sukur hevur bundið seg til hemoglobinið, sum er í reyðu blóðkyknunum. HbA1c sigur, hvussu høgt blóðsukrið hevur verið í miðal seinastu 3 mánaðirnar. Eitt HbA1c á 48 mmol/mol ella hægri bendir á, at tú hevur diabetes 2. Er HbA1c millum 42 og 47 mmol/mol, hevur tú ávegis diabetes (pre-diabetes). Endalig staðfesting av diabetes 2 krevur tvær HbA1c-mátingar og fer fram í samstarvi við tín kommunulækna.
Vit hava flytbaran kanningarútbúnað, og kanningar verða fyriskipaðar runt allar Føroyar. Kanningin tekur umleið 5 minuttir, og luttakarin fær úrslitið á staðnum.
Hvør kann luttaka?
Øll, sum búgva í Føroyum og eru 40 ár og eldri, verða boðin at luttaka í hesi kanning. Landsfólkayvirlitið hevur veitt okkum listan yvir øll hesi. Tey, sum frammanundan hava fingið staðfest diabetes, kunnu eisini luttaka.
Hvat inniber luttøkan?
Luttøkan inniber, at vit taka ein blóðdropa úr einum fingri og kanna hann fyri HbA1c. Blóðdropan úr fingrinum fáa vit við at prika við eini lítlari nál fremst á einum fingri. Blóðdropin verður síðani kannaður í einum tóli, sum stendur á staðnum, og eftir fáar minuttir er úrslitið tøkt. Harumframt máta vit hædd, vekt, miðju- og mjadnamát, og tú verður spurd/ur, um tú frammanundan hevur fingið staðfest diabetes, um tú hevur ov høgt blóðtrýst, og um tú hevur foreldur og/ella systkin, sum hava diabetes. Tær nýtist ikki at vera fastandi, tá tú kemur til kanningar. Kanningin er skjót og einføld, og luttøkan tekur umleið 5-8 minuttir.
Tú fært beinanvegin á kanningarstaðnum at vita, hvat títt HbA1c er, og hvat tað merkir. Úrslitið kann vera: normalt, ávegis diabetes ella ábending um diabetes. Um kanningin bendir á diabetes, verður tú vístur til heilsuverkið til nærri útgreinan og møguliga viðgerð. Úrslitið verður skrásett í talgildu heilsuskipanini, soleiðis at kommunulæknin hjá tær kann síggja úrslitið.
Teir fyrstu 400 luttakararnir, sum fáa staðfest ábending um diabetes 2 í hesi kanning, fáa bjóðað at royna ein glukosumátara (Continuous Glucose Monitor, CGM) í 14 dagar. Hesin mátarin verður settur á armin og mátar sukrið í vevnaðinum. Úrslitini verða send til eina app á telefonini, so ein sær, hvat sukrið er júst nú, hvussu tað hevur verið seinastu tíðina, og hvussu tað broytist av ymiskum viðurskiftum. Tvs. at ein fær eina greiða mynd av, hvussu t.d. matur og rørsla ávirka sukrið. Endamálið við hesum er sostatt at geva eina neyvari mynd av sukursstøðuni, og at geva luttakarunum betri innlit og vitan, og eisini betri møguleika fyri egin umsorgan.
Tilboðið at royna ein glukosumátara er sjálvboðið. Fyri at luttaka í hesum partinum skal luttakarin hava eina snildfon, iPhone 7 við iOS14.5 ella seinni/Android 8 ella seinni, skilja danskt og vilja svara einum talgildum spurnablaði, áðrenn mátarin verður settur á, og tá teir 14 dagarnir eru farnir.
Hvussu luttekur tú?
Ert tú áhugað/ur at luttaka, kanst tú koma á kanningarstøðini, sum verða fyriskipað í øllum Føroyum, eitt nú á læknamiðstøðum, arbeiðsplássum, ítróttarátøkum og á øðrum støðum, har nógv fólk koma saman. Kunning um, nær og hvar møguleiki verður at koma til kanningar, verður løgd út á okkara Facebook síðu Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum og lýst alment.
Eisini verður møguleiki at bíleggja sær tíð at koma til kanningar í Sigmundargøtu 5 í Tórshavn. Tú kanst skriva teldupost til Báru Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi, á barrj@ls.fo ella ringja á tlf. 211569 og siga, at tú ynskir at luttaka og gera nærri avtalu.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teir, tá tú kemur til kanningar, ella ringja til okkara á tlf. 211569. Um vit ikki hoyra frá tær, fara vit at ringja til tín fyri at vita, um tú ynskir at luttaka.
Tað er heilt sjálvboðið, um tú vilt luttaka. Tú kanst til eina og hvørja tíð taka tilsøgnina aftur, og tað, sum vit hava av upplýsingum um teg, verður burturbeint, um tú ynskir tað. Allar kanningarnar eru vandaleysar og hava ikki nakran ampa við sær. Tó kann prikið í fingrinum føra eitt lítið sindur av sviða við sær. Allar upplýsingarnar um teg eru í trúnaði og verða goymdir innan karmarnar í Sjúkrahúsverkinum og vardar eins og aðrar persónupplýsingar í heilsuverkinum. Granskingarverkætlanin er góðkend av Vísindasiðsemisnevnd Føroya, og dátur verða handfarnar og goymdar sambært lóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
Hvør stendur fyri kanningini?
Kanningin gongur fyri seg í Steno Miðstøðini og Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og Diabetesfelagið. Luttakandi granskarar eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlækni á Steno Miðstøðini, Maria Skaalum Petersen, professari, og Pál Weihe, professari, Heilsugranskingareindin, Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroyar, og Jan Rasmussen og Jóhanna Petersen, yvirlæknar á Medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Bára Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi, stendur fyri dagliga arbeiðinum saman við granskingarhjálparum.
Kanningin hevur ikki peningaligan áhuga fyri nakran - hvørki granskarar, starvsstovur ella stovnar. Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum, Steno gransking, Diabetesfelagnum og familjuni Sólrun og Poul Michelsen. Abbott stuðlar við kanningarútbúnaði, men hevur onga ávirkan á kanningina ella atgongd til úrslit.
Um tú velur at luttaka, fara vit at biðja teg skriva undir samtykkiskjalið á seinastu síðu, tá tú kemur til kanningar. Um tú ynskir fleiri upplýsingar ella ert í iva um okkurt, kanst tú ringja til Báru Randrup Joensen, lækna og PhD lesandi á tlf. 211569 ella senda teldupost til barrj@ls.fo.
Vinarliga
Vegna granskingarbólkin
Maria Skaalum Petersen, professari
Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlækni
Samtykkiskjal kann takast niður her
