![107104123_863903970767526_68927936753066](https://static.wixstatic.com/media/3f4e68_92feac032cf34f54b855562c71660102~mv2.jpg/v1/fill/w_72,h_60,al_c,q_80,usm_0.66_1.00_0.01,blur_2,enc_auto/3f4e68_92feac032cf34f54b855562c71660102~mv2.jpg)
Amerikanska sendikvinnan í Danmark á vitjan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, og fylgi hennara vitjaðu Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í morgun. Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen greiddu frá virkseminum á deildini og serliga frá góða samstarvinum við amerikanskar starsvfelagar á nógvum amerikonskum universitetum og serliga Harvard School of Public Health, har Pál hevur verið gestagranskari í nógv ár.
Vit nýttu høvið at takka sendikvinnuni fyri, at deildin síðan 2003 hevur fingið stórar peningajáttanir frá almennum grunnum í USA. Serliga frá National Instutute of Health, men eisini frá Environmental Protection Agency og National Science Foundation, sum tilsamans hava stuðlað granskingini á deildini við meira enn hálvthundrað milliónum krónum. Nú í vár hevur National Institute of Health aftur játtað útvið 5 milliónir krónur til at kanna immunskipanina hjá nýføddum børnum í Føroyum. Verkætlanin er mett at vara fýra ár.
Sendikvinnan sá møguleikar í, at vit í Føroyum kunnu skapa virksemi á øðrum økjum enn okkara fiskivinnu, til dømis tøkniligt íverksetaravirksemi.