top of page
Baby with Stethoscope
Tríati ár síðani, at Ulrike Steuerwald valdi barnadeildina á Landsjúkrahúsinum

Barnalæknin og granskarin Ulrike Steuerwald kom á fyrsta sinni til Føroyar at vitja tónleikavinir her í 1993. Lukkutíð eydnaðist tað okkum, sum tá stjórnaðu fyri sjúkrahúsverkinum, at yvirtala Ulrike at taka við starvi sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Ætlan hennara var annars at halda leiðina fram til USA at starvast innan barnaneurologi á gitna Children’s Hospital í Washington, D.C., har hon hevði fingið starv. Hon varð sett sum yvirlækni tá Odmar Færø fór í farloyvi og røkti hetta starv í fleiri ár. Hon hevur tó síðani havt fast samband við hesar oyggjar, tí frá 2000 hevur hon verið parttíðar seniorgranskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Samstundis hevur hon havt parttíðarstarv sum serkøn í viðføddum stoffskiftissjúkum á eini stórari starvsstovu í Hannover.

 

Ulrike Steuerwald hevur hendinga góða útbúgving. Hon fekk læknaprógv í Freiburg í 1982, PhD frá sama universiteti í 1984, gjørdist serlækni í barnasjúkum 1992 og Master of Public Health í 2000.

 

Ulrike hevur í sínum granskingarvirksemi á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu sæð eitt túsundtal av føroyskum børnum. Ein megintáttur í hennara starvi  hevur verið at greina menningarstigið av miðnervalagnum hjá børnum so neyvt, at tað kann brúkast til vísindaligar niðurstøður, og tað hevur hon gjørt við imponerandi nærlagni og toli. Viðhvørt hava vit sum hava starvast saman við henni  fingið ta kenslu, at fólk eru komin til okkara kanningar fyri at fáa børnini kannað hjá Ulrike. Bæði tíðina áðrenn og ofta eftir vanliga arbeiðstíð hevur hon brúkt at siga alla til at ráðgeva familjum við torskildum og sum oftast viðføddum sjúkum. Nakrar arviligar sjúkur eru rárar úti í heimi, men vanligar hjá okkum – hetta vegna tað, at vit í øldir hava livað so avbyrgt her úti í havi. Fleiri av hesum sjúkum hevur Ulrike tikið til sín við ovurhonds virkisfýsni; hevur kannað børn og teirra familjur, givið heiliráð og hevur skipað fyri fundum og serligum ráðstevnum, har eisini altjóða úrmælingar hava luttikið. Alt hetta eyka virksemið hevur hon gjørt av sínum eintingum og uttan samsýning øll hesi mongu ár. Seinastu 7 árini hevur Ulrike verið  knýtt at barnadeildini á Landssjúkrahúsinum aftur sum konsulentur í íbornum sjúkum.

 

Ulrike kannar nú og komandi ár 15 ára gomul børn, sum vita hava fylgt  síðan tey vóru  fødd, nú ikki longur á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, men á nýstovnaðu Granskingareindini á Landssjúkrahúsinum, har alt granskingarvirksemið er flutt.

 

Vit starvsfelagaðar hennara í granskingini av teimum 6 barnakohortunum í Føroyum takka fyri trúskap, nærlagni og markleyst ósjálvsøkni.

bottom of page