top of page
Doktararitgerð um dálkandi evni í føroyingum

Dýrabiðidag vardi evnafrøðingurin Britta Fängström eina PhD ritgerð um Føroyar á universitetinum í Stockholm. Ritgerðin hevði heitið: ”Human exposure to organohalogen compounds in the Faroe Islands”. Britta Fängström starvast á umhvørviskemisku deildini á universitetinum í Stockholmi. Tað var á hesi deildini, at tey á fyrsta sinni ávístu PCB dálking í náttúruni. Seinastu árini hevur verið gott samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Føroyum, deildina fyri umhvørvislæknafrøði á Syddansk Universitet og umhvørviskemisku deildina á universitetinum í Stockholm. Tilfarið í ritgerðini byggir á hetta samstarvið. Fängström hevur kannað innihaldið av umhvøriseitrandi evnum í blóðinum hjá føroyskum kvinnum og børnum. Eisini hevur hon kannað innihaldið av hesum evnum í grind og spiki, í havhesti og í havhesta- og í lomvigaeggum. Hon hevur bæði kannað tey ”gomlu” kendu eiturevnini, so sum PCBir, men eisini hugt at evnum, sum fyri nýliga eru komin út í náttúruna, so sum polybromeraði difenyletur, eisini rópt bromeraðir eldtálmarar. Samanumtikið vísir ritgerðin, at mongdin av eiturevnum í fólki er sera høg í Føroyum, samanborið við aðrar partar av verðini. Grundin er dálkaður matur úr havinum, serliga hvalur og havhestur. Ritgerðin kann lánast á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, Sigmundargøta 5 í Tórshavn.

Vinarliga Pál Weihe yvirlækni 

Viðheft er mynd av ritgerðini og slóð til Svenska Dagbladet, sum umrøður ritgerðina 22. april.

Abstract

bottom of page