

Innbjóðing til føroysku IBD-verkætlanina
MiGut – gransking innan tarmbrunasjúkur
Investigating the Molecular Landscape and Epidemiology of Inflammatory Bowel Disease on the Faroe Islands
Luttakarakunning um verkætlanina
Føroyska IBD-verkætlanin snýr seg um gransking í tarmbrunasjúkum í Føroyum, eisini nevndar Inflammatory Bowel Disease (IBD).
Tað er av stórum týdningi, at tú veitst, at:
-
tín luttøka er sjálvboðin.
-
tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Dátur, sum longu eru brúktar í verkætlanini, verða varðveittar, meðan óbrúktar dátur verða strikaðar og royndir burturbeindar, um tú ynskir hetta. Hetta hevur onga ávirkan á tíni rættindi í heilsuverkinum.
Tá ið tú hevur lisið hetta kunningarskrivið, ert tú vælkomin at spyrja um viðurskifti, sum eru ógreið. Tað er týdningarmikið, at tú skilir verkætlanina, sum tú verður boðin at luttaka í, og at tú kennir teg nóg væl kunnaða/n.
Endamálið við føroysku IBD-verkætlanini:
Endamálið við hesi verkætlan er at skapa eina betri fatan av teimum lívfrøðiligu mekanismum, ið kunnu elva til IBD, og harvið fáa meira vitan, sum kann vera við til at menna framtíðar viðgerðartilboð til sjúklingar við IBD.
Talið av tilburðum av tarmbrunasjúkum eru væl hægri í Føroyum enn aðrastaðni í verðini. Orsøkin til høga títtleikan er ókend, men sjúkan er multi-faktoriel, og tískil eru bæði arvur, immunverja, tarmbakteriur og umhvørvi, so sum matur og infektión, avgerandi fyri, um sjúkan tekur seg upp. Í hesi verkætlan fara granskarar í samstarvi við Heilsugranskingareindina á Landssjúkrahúsinum, Gastroenheden á Hvidovre Hospital, og Institute of Clinical Molecular Biology (IKMB) í Kiel í Týsklandi, at kanna samspælið millum allar hesar faktorar fyri at lýsa, hví so nógv fólk fáa tarmbrunasjúku í Føroyum, og um tað við ílegum og skarni, ber til at síggja, hvør fær hesar sjúkurnar. Verkætlanin fer ætlandi at fáa til vega týdningarmikla vitan um, hvussu sjúkurnar byrja, hvussu tær kunnu staðfestast so tíðliga sum gjørligt, og sum frálíður, hvussu sjúkurnar kunnu fyribyrgjast.
Verkætlanin er býtt upp í tveir partar:
-
Eyðmerking av ílegum í sambandi við tarmbrunasjúku – Inflammatory Bowel Disease (IBD) - hjá føroyingum. Í hesum partinum verða blóðroyndir nýttar til kanningarnar.
-
Kanna ílegur, sum kunnu vera atvoldin til IBD.
-
-
Eyðmerking av mikrobiom og umhvørvisligum faktorum, ið hava ávirkan á tarmbrunasjúku – Inflammatory Bowel Disease (IBD) - hjá føroyingum. Í hesum partinum verða skarn og spurnabløð nýtt til kanningarnar.
-
Kanna tarmbakteriur í skarni.
-
Á hendan hátt fæst ein heil og samlað mynd av bæði arvafrøðiligum og umhvørvisligum orsøkum til, hví føroyingar fáa IBD.
Hvør kann luttaka í føroysku IBD-verkætlanini?
Hendan verkætlanin umfatar tríggjar luttakarabólkar:
-
Sjúklingar, sum hava fingið staðfest IBD.
-
Skyldfólk, sum ikki hava fingið staðfest IBD, men hava nærmastu skyldfólk (foreldur, systkin ella børn) við staðfestum IBD.
-
Kontrolpersónar, sum ikki hava fingið staðfest IBD sjálvi og heldur ikki nærmastu skyldfólk.
Hvat innber luttøkan?
Luttøka hevur við sær, at ein blóðroynd verður tikin. Einasti vansin við at taka blóðroyndina er eymleiki, har ið stungið verður. Í alt verða tiknir umleið 30-50 ml blóð (svarar til umleið 2–3 spísiskeiðir), býtt á fleiri gløs:
-
Serum – verður brúkt til at kanna andevni og aðrar biomarkørar í blóðinum.
-
Fullblóð til DNA – verður brúkt til ílegukanningar.
-
Blóð til hvítar blóðkroppar, nevnd PBMC – verður brúkt til at kanna immunverjuna.
-
Fullblóð til RNA – verður brúkt til at kanna, hvørjar ílegur eru virknar.
DNA og aðrir partar av blóðroyndini verða brúkt til at kanna ílegur og immunverju. Vit kanna millum annað, hvussu immunverjan er samansett, hvørjar ílegur eru virknar, og hvørji evni kroppurin hevur gjørt andevni móti. Allir arvaeginleikar hjá tær verða ikki lisnir.
Luttøka hevur eisini við sær, at tú letur inn eina skarnroynd, sum kann vera við til at staðfesta mikrobiom og umhvørvis ávirkanir. Skarnroyndin verður nýtt til at kanna samansetingina av tarmbakterium, sum kunnu vera atvoldin til IBD.
Hjá luttakarum, sum hava staðfest IBD, heinta vit kliniskar upplýsingar um sjúkuna og viðgerðina úr sjúklingajournalini (Cosmic). Hjá skyldfólkum og kontrolpersónum verða ongar upplýsingar heintaðar úr sjúklingajournalini.
Umframt blóð- og skarnroynd hevur luttøkan við sær, at vit fara at biðja teg svara tveimum talgildum spurnabløðum.
Innsavnað data, sum er dulnevnt, verður goymt á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum (í einum tryggum dátugrunni), meðan íleguúrslit og ein ávís mongd av blóði verða goymd hjá Heilsustýrinum, tá kanningin er liðug, so sum Ílegulógin krevur. Kanningar av blóðinum verða í høvuðsheitum gjørdar á Institute of Clinical Molecular Biology (IKMB), í Kiel í Týskland, ella á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn.
Fyrimunir við IBD-verkætlanini
Teir fyrimunir, sum kunna standast av at fremja hesa verkætlanina, eru í høvuðsheitum:
-
at meira vitan fæst um ílegur, sum kunnu elva til IBD í Føroyum.
-
at úrslit um IBD-ílegur kunnu geva betri grundarlag fyri screening av IBD í Føroyum.
-
at greiða kann fáast á, hvørjar umhvørvisorsøkir kunna elva til IBD í Føroyum.
-
at úrslit um IBD-ílegur kunnu leiðbeina í diagnostisering og sjúkuviðgerð av føroyskum sjúklingum við IBD.
Vansar við IBD-verkætlanini
Teir vansar, ið kunnu standast av at fremja hesa verkætlanina, eru í høvuðsheitum:
-
at vandi er fyri hjáfinningum. Ein hjáfinning merkir í hesum føri, at granskarar av tilvild kunnu koma fram á ílegubrek, sum kunnu elva til sjúku, men liggja uttan fyri kanningarøkið í hesi kanning. Um møguligt er at fyribyrgja ella viðgera sjúkuna, hevur kliniski ábyrgdarhavin skyldu til at boða tær frá og bjóða tær fakliga ráðgeving.
-
at luttakarar, ið annars eru frískir, fáa boð um ílegubrek, sum kann hava við sær sjúku.
-
at brot á dulnevnd og dátutrygd kunnu henda.
Trygd
IBD-verkætlanin fylgir vanligum treytum viðvíkjandi dulnevnd og dátutrygd fyri innsavnan til Vevnaðarskránna hjá Heilsustýrinum, sum er lógarheimilað í Løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024 um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónslagað medisin. Umframt hetta verður verkætlanin gjørd sambært Dátuverndarlógini.
Upplýsingar um ílegur hjá tí einstaka eru serliga viðkvæmar persónsupplýsingar, og henda verkætlanin viðgerð upplýsingar sambært Dátuverndarlógini.
Ein kliniskur ábyrgdarhavi fyrisitur skráseting av, hvør luttekur í kanningini, og hvørjar dátur hoyra til hvønn luttakara, men annars ert tú vard/ur av dulnevndi (pseudoanonymisering). Tín luttøka er vard av dulnevndi í øllum útgávum av hesi kanning, og ongar persónligar dátur verða almannakunngjørdar.
Dátuviðgerð
Allar upplýsingar í hesi verkætlan eru givnar í trúnaði og verða einans nýttar til granskingarendamál. Eingin óviðkomandi sleppur fram at tínum upplýsingum. Dátur, ið eru fingnar til vega í hesi verkætlan, verða hagfrøðiliga greinaðar og útgivnar í vísindaligum tíðarriti, soleiðis at tað ikki er møguligt at eyðmerkja nakran persón út frá úrslitunum.
Afturboðan um kanningarúrslit
Úrslitini frá verkætlanini verða greinað í samlaðum høpi. Tú fært tí ikki persónliga afturboðan um tíni kanningarúrslit. Hetta er eisini galdandi fyri íleguúrslit hjá nærmastu skyldfólkum og kontrolpersónum. Vit fara tó at bjóða øllum luttakarum til ein kunningarfund, tá ið samlaðu úrslitini frá verkætlanini verða kunngjørd.
Afturboðan um hjáfinningar
Í kanningum sum hesari, kann av tilvild verða komið fram á hjáfinningar, sum liggja uttan fyri kanningarøkið í hesi kanning. Um hjáfinningin kann elva til sjúku, sum við vissu kann fyribyrgjast ella viðgerðast, hevur kliniski ábyrgdarhavin skyldu at kunna teg um hetta og syrgja fyri, at tú fært nágreiniliga frágreiðing og ráðgeving. Hetta eru treytir, tú mást góðtaka, um tú ynskir at luttaka í hesi verkætlan.
Til slíka afturboðan verður ein ad hoc-nevnd sett.
Nevndin fer at vera mannað av óheftum læknafrøðiligum serfrøðingum, m.a.:
-
Kliniska ábyrgdara, serlæknanum Katrin Olsen
-
Kliniskum genetikara frá Deildini fyri Kliniska Genetik á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn (t.d. dr. Allan Lund)
-
Serfrøðingum eftir tørvi
Hendan nevndin fer at meta um málið í hvørjum einstøkum føri, og sambært vegleiðingunum frá Etisku Nevnd í Danmark, taka støðu til, um luttakarin eigur at verða kunnaður um hjáfinningina. Um niðurstøðan er, at læknafrøðiligar orsøkir tala fyri afturboðan, verður tað gjørt av einum óheftum serfrøðingi við serkunnleika í viðkomandi sjúkuøki.
Fíggjarlig atlit
Eingin fíggjarlig áhugamál eru tengd at verkætlanini, hvørki fyri teg sum luttakara, granskarar, starvsstovur ella stovnar. Tann føroyski parturin av verkætlanini er stuðlaður við 2.000.000 DKK av Horizon 2020 program. Samlaða verkætlanin hevur eina fígging á 7.131.243 EUR frá Horizon 2020 program.
Etisk krøv til kanningina
Vísindasiðsemisnevnd Føroya (VSN) hevur góðkent hesa verkætlan. VSN treytar sær, at samtykki um luttøku í hesi kanning er grundað á nágreiniliga kunning um kanningina og um møguligar vansar og fyrimunir. Eisini treyta tey sær, at kanningin fylgir etiskum leiðreglum fyri kanningar, sum koma undir hugtakið “víðfevnd kortlegging av samlaða arvastreinginum hjá einstaklingum”.
Hvussu kanst tú luttaka?
Óansæð um tú ynskir at luttaka ella ei, vinaliga avrita hesa leinkju og set tað í tín kaga:
https://redcap.heilsunet.fo/redcap/surveys/?s=3LR7M4ADHEMPR84E
ella nýt hesa QR kotuna.
Um tú vilt uttaka, trýstur tú á “Eg góðkenni” og, um tú ikki ynskir at luttaka, trýstur tú á “Eg góðkenni ikki”. Fyll síðani teigarnar út á síðuni, so at vit vita, um vit kunnu seta okkum í samband við teg ella ikki.
Tað ber eisini til at ringja ella skriva til Duritu Dahl Djurhuus, samskipara, á telefon 211599 ella teldupost durdj@ls.fo og siga henni, um tú vil luttaka ella ikki.
Um vit ikki hoyra frá tær innan 2 vikur, fara vit at ringja til tín at vita, um tú vilt luttaka. Við hetta høvið verður møguleiki fyri at fáa nærri munnliga kunning í telefonini. Tú hevur eisini møguleika fyri umhugsanartíð, áðrenn tú tekur avgerð um luttøku. Um tú játtar at luttaka í verkætlanini, avtala vit nærri, hvussu vit fara fram, og nær og hvar tú skalt koma til kanningar. Tá ið vit hittast, fara vit at biðja teg skriva undir samtykkið, sum kann takast niður niðast á hesu síðu.
Afturtøka
Luttøka í verkætlanini er sjálvboðin, og tú kanst altíð taka teg burtur úr verkætlanini og biðja um, at tínar royndir verða burturbeindar. Tær nýtist ikki at grundgeva fyri afturtøkuni.
Vend tær til Heilsugranskingareindina, um tú vilt taka teg úr verkætlanini. Tekur tú títt samtykki um luttøku aftur, ávirkar tað á ongan hátt møguliga viðgerð í heilsuverkinum framyvir. Dátur, sum longu eru brúktar í hesi verkætlan, verða varðveittar. Óbrúktar dátur verða strikaðar.
Kliniskur ábyrgdarhavi
Katrin Olsen, yvirlækni, er kliniskur ábyrgdarhavi av verkætlanini.
Hvør skipar fyri IBD-verkætlanini
Verkætlanin er eitt samstarv millum fleiri stovnar. Granskarar eru professari Johan Burisch, Gastroenheden, Hvidovre Hospital og gestagranskari á Heilsugranskingareindini, prof. Andre Franke frá Institute of Clinical Molecular Biology í Kiel, Týsklandi, og professari Maria Skaalum Petersen, Heilsugranskingareindin.
Samband
Hevur tú tørv á nærri kunning um verkætlanina, á kliniskari ráðgeving, ella spurningar um luttøkuna kanst tú seta teg í samband við samskiparana:
Durita Dahl Djurhuus, t-post durdj@ls.fo, tel.211599
For english information, please contact us on durdj@ls.fo.
Vinarliga
Vegna granskingarbólkin
Johan Burisch, yvirlækni
Professari
Katrin Olsen, yvirlækni,
Kliniskur ábyrgdarhavi
