top of page
ESPAD kanningin 2019
![School Hallway](https://static.wixstatic.com/media/e8f6ed56367d419a813b6c2b2eaa1683.jpg/v1/fill/w_90,h_60,al_c,q_80,usm_0.66_1.00_0.01,blur_2,enc_auto/e8f6ed56367d419a813b6c2b2eaa1683.jpg)
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingum í 9. flokki. Henda kanning er gjørd, sum ein partur av European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), har millum 30 og 35 lond í Evropa luttóku árini 1995, 1999, 2003, 2007, 2011 og 2015. Seinasta kanningin fór fram á vári 2019, hesaferð saman við 35 øðrum londum. Tilfarið er nú skrivað saman í bók, sum verður almannakunngjørd 12. november, kl. 10:30 føroyska tíð, í øllum Evropa – almannakunngeringin er á netinum – sí: http://espad.org/.
Kanningin kann lesast her: ESPAD 2019
bottom of page