
Fíggjarleiðari til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu til setan 1. sep. 2020.
Talan er um fast starv.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
- Fyrisitingarligar uppgávur, fíggjarstýring, herundir bókhald og roknskap
- Lønarumsiting og lønareftirlit
- Umsiting av granskingarjáttanum, heinta pening inn og gera fíggjarligar rapportir
- eftir tí leisti, ið hvør einstakur stuðul krevur, á føroyskum, donskum og enskum máli
Førleikakrøv:
- Útbúgving og royndir innan bókhald/roknskap, bachelor ella líknandi
- Umsøkjarar, ið hava arbeitt við bókhaldi og hava gott roknskaparinnlit, hava fyrimun
- Duga væl at orða seg á føroyskum, donskum og enskum
- Góð samstarvsevni
- Haraftrat eru umráðandi, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt
Setanartreytir:
Setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður lønt
sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið og lønt eftir
bachelorstiganum. Viðkomandi skal kunna tola broytingar í starvinum.
Nærri fæst við at venda sær til Pál Weihe, yvirlækna, á tlf. nr.: 216696 ella 316696.
Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal sendast til:
Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sigmundargøta 5
FO-100 Tórshavn
ella við telduposti til dfaa@health.fo.
Umsóknarfreistin er 20. juli.