top of page
Image by Lukas Blazek

Hugburðskanning um ílegusjúkur og berarakanning

Heilsugranskingareindin er í samstarvi við áhugafelagið Arvasjúkan farin undir at kanna, hvønn hugburð føroyingar í burðarførum aldri hava til ílegusjúkur og berarakanningar. Í alt 5.000 føroyingar í aldrinum 18 - 45 ár eru bjóðaðir at luttaka í spurnakanningini. Kanningin er eitt spurnablað, ið millum annað eisini er brúkt í Hollandi millum ortodoksar jødar. Hetta gevur okkum møguleika at samanbera úrslit við onnur lond.

 

Endamálið við kanningini er at kanna hvønn hugburð, og hvørja vitan føroyingar hava til evnið um ílegusjúkur og berarakanningar.

 

Í Føroyum eru fimm álvarsligar og deyðiligar ílegusjúkur, sum koma lutfalsliga ofta fyri, um vit samanbera okkum við onnur lond. Hesar sjúkur hava eina berara títtleika sum liggur millum 1 út av 20-30. Tað merkir, at ein út av umleið 30 føroyingum eru berarar av einari av hesum sjúkunum. Ein berari er tó púra frískur. Men, tá ið tveir berarar av somu ílegusjúku fáa børn saman, hevur hetta við sær, at tey hava ein øktan vanda fyri at fáa eitt álvarsliga sjúkt barn. Vísir tað seg, at eitt par bæði tvey eru berarar av somu ílegusjúku, hava tey ymsar møguleikar, fyri at fyribyrgja, at tey fáa eitt barn við einari av hesum álvarligu sjúkunum. Tey kunnu m.a. fáa viðgerð við eftirgjørdum gitnaði, ið merkir, at eggið verður kannað fyri hesar ílegu, og er eggið frískt, verður tað sett upp. Eingin berarakanning fyri hesar fimm ílegusjúkurnar verður bjóðað føroyingum. Tískil er endamálið við hesari hugburðskanning eisini at kanna, um føroyingar eru áhugaðir í, at eitt slíkt kanningartilboð skal bjóðast her í Føroyum.

bottom of page