top of page
Ulrike Steuerwald seksti
Barnalæknin og granskarin Ulrike Steuerwald fylti seksti 21. august. Hon kom á fyrsta sinni til Føroyar at vitja tónleikavinir her í 1993. Lukkutíð eydnaðist tað okkum, sum tá stjórnaðu fyri sjúkrahúsverkinum, at yvirtala Ulrike at taka við starvi sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Annars hevði hon í hyggju at halda leiðina fram til USA at vera barnalækni. Hon hevur síðani havt fast samband við hesar oyggjar, tí frá 2000 hevur hon verið parttíðar seniorgranskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Samstundis hevur hon havt parttíðarstarv sum serkøn í viðføddum stoffskiftissjúkum á eini stórari starvsstovu í Hannover. Ulrike Steuerwald hevur hendinga góða útbúgving. Hon fekk læknaprógv í Freiburg í 1982, PhD frá sama universiteti í 1984, gjørdist serlækni í barnasjúkum 1992 og Master of Public Health í 2000. Ulrike hevur í sínum granskingarvirksemi her á deildini sæð eitt túsundtal av føroyskum børnum. Ein megintáttur í hennara starvi hevur verið at greina menningarstigið av miðnervalagnum hjá børnum so neyvt, at tað kann brúkast til vísindaligar niðurstøður, og tað hevur hon gjørt við imponerandi nærlagni og toli. Viðhvørt havi eg fingið ta kenslu, at fólk eru komin til okkara kanningar fyri at fáa børnini kannað hjá Ulrike. Bæði tíðina áðrenn og ofta eftir vanliga arbeiðstíð her á deildini hevur hon brúkt at siga alla til at ráðgeva familjum við torskildum og sum oftast viðføddum sjúkum. Nakrar arviligar sjúkur eru rárar úti í heimi, men vanligar hjá okkum – hetta vegna tað, at vit í øldir hava livað so avbyrgt her úti í havi. Fleiri av hesum sjúkum hevur Ulrike tikið til sín við ovurhonds virkisfýsni; hevur kannað børn og teirra familjur, givið heiliráð og hevur skipað fyri fundum og serligum ráðstevnum, har eisini altjóða úrmælingar hava luttikið. Alt hetta eyka virksemið hevur hon gjørt av sínum eintingum og uttan samsýning øll hesi mongu ár. Ulrike fer aftur í heyst undir at kanna børn her á deildini. Nú børn í okkara yngstu kohortu – tað eru børn, sum eru fødd árini 2007 – 2009. Eisini er Ulrike í ár vorðin knýtt at Landssjúkrahúsinum aftur, nú sum konsulentur í íbornum sjúkum. Vit á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fara at skipa fyri móttøku við einum drekkamunni mikudagin 31. august kl. 15:00 í Sigmundargøtu 5 (Landslæknahúsunum). Tá verður høvi hjá øllum at heilsa uppá hetta multigávaða føðingardagsbarnið, sum hevur víst Føroyum so stóran tokka og trúfesti, at hon hevur brúkt stóran part av lívsorkuni uppá okkum.
Heilsan Pál Weihe, yvirlækni
bottom of page